Ein mynd av einum útlúgvaðum amerikanskum hermanni, sum hvílir seg eftir skotbardaga, er júst kosin vinnari av ársins World Press Photo Tað veit tíðindastovan AP at siga.
Myndin er tikin 16. September í fjør av bretska myndamanninum Tim Hetherington og hevur staðið í tíðarritinum Vanity Fair.
Myndin sýnir ein útlúgvaðan mann og eina útlúgvaða tjóð, sigur formaðurin í úttøkunevndini, Gary Knight sum grundgeving fyri valinum av ársins mynd.
Umframt prísin til Tim Hetherington hevur nevndin latið 20 aðrar prísir umframt rósandi umrøður.
Getty Images hevur vunnið flestar prísir hesaferð, nevniliga fimm, men tað er ikki nógv í mun til undanfarin ár, tá einstakir miðlar upp á tað nærmasta hava ruddað borðið.