Heimshøvini kunnu fløða nógv skjótari enn hildið

Bretskir granskarar siga, at heimshøvini fara kanska at fløða tvær ferðir skjótari enn higartil hildið

Veðurlagsserfrøðingarnir hjá ST hava sagt, at tann veksandi hitin á Jørðini kann hava við sær, at heimshøvini fara at fløða 80 centimetrar, áðrenn hendan øldin er av.

 

Men granskarar, sum hava kannað, hvat hendi, tá tað var líka heitt á Jørðini fyri 100.000 árum síðani, siga nú, at heimshøvini kunnu fløða tvær ferðir so nógv, sum ST-serfrøðingarnir hava sagt, ella 1,60 metur. Tað stendur at lesa í tíðarritinum Journal of Nature Geoscience, sum prentar úrslitið hjá granskarunum.

 

Niðurstøðuna eru granskararnir komnir til við at kanna viðurskiftini fyri millum 124.000 og 119.000 árum síðani, tá tað var uppaftur heitari á Jørðini enn nú. Tá vóru heimshøvini seks metrar oman fyri tað, tey nú eru, og orsøkin var, at nógvur ísur í Grønlandi og Antarktis bráðnaði. ??Granskarin Eelco Rohling, ið arbeiðir á bretska havrannsóknarstovinum, og sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina í Journal of Nature Geoscience, sigur, at hetta er fyrstu ferð, at vísindin hevur kunnað víst á, at heimshøvini kunnu fløða so skjótt.