Heimsbankin ávarar um nýggja kreppu

Búskaparvøksturin í heiminum verður minni í ár og næsta ár enn higartil hildið. Tað sigur Heimsbankin, sum leggur afturat, at skuldartrupulleikarnir í fleiri londum í Vesturheiminum kunnu elva til eina nýggja og stóra kreppu.

Heimsbankin væntar, at búskaparvøksturin í heiminum verður 2,5 prosent í ár og 3,1 prosent næsta ár. Tað er munandi minni enn tann seinasta metingin, sum var 3,6 prosent fyri bæði árini. Vøksturin í fjør var 2,7 prosent, sigur bankin.

Bankin sigur, at ein umfatandi kreppa kann noyða fleiri lond at spara enn meiri á fíggjarlógini, og tað fer so aftur at gera kreppuna uppaftur verri.