TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum HB fekk, tá FM-favorittarnir vunnu 3-0 ímóti AB á heimavølli í dag.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson aftaná dystin.
HB hevur tað ein kann kalla ein motorveg ímóti 23. FM-heitinum í søguni hjá felagnum, men Heimir Guðjónsson minnir á, at tað er ikki tryggjað enn, og hann minnir eisini á, at HB nú hevur torførar dystir ímóti NSÍ á heimavølli og KÍ á útivølli í tveimum teimum komandi umførunum.
Tá Tróndur Arge bar uppá mál, at dysturin ímillum HB og AB í dag var líkur einum venjingardysti, svarar Heimir Guðjónsson, at tað er hann ikki samdur í. Hann heldur, at talan var um ein harðan dyst.
Tað eru 19 stig hjá HB niður til Víking, og tá bert 18 stig eru eftir at spæla um hevur HB í dag rokkið málsetninginum teir høvdu áðrenn kappingina, ið var at sleppa út í Evropa.
Heimir Guðjónsson heldur, at hansara menn vóru hepnir at verða á odda 2-0 í steðginum, tí AB hevði í byrjanini nakrar stórar málmøguleikar, og kundi verið á odda tíðliga í dystinum.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Hentze hjá AB.









