TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson sum sá sínar menn spæla javnleik 1-1 ímóti KÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Heimir er væl foreintur við seinna hálvleik tá HB kom aftur og javnaði til 1-1. Hann heldur, at møguleikin hjá HB at vinna seg í finaluna er 50/50.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum nevnir 1-1 javnleikin móti HB í kvøld "eitt OK úrslit". Mikkjal undirstrikar, at KÍ verjir væl og eru sterkir í umstillingunum, og tí fær HB sína sak fyri í returdystinum um 14 dagar.
3) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum. Teitur hevur KÍ sum ein lítlan favoritt til at vinna seg í finaluna aftaná 1-1 javnleiki á útivølli í kvøld.
HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málunum, ið Simen Sandmel og Ári Mohr Olsen skutu í dystinum í Gundadali.