Heimið rænt meðan hann spældi á Tórsvølli

Alvaro Morata og familjan fingu skelkandi uppliving fríggjakvøldið.

Heimið hjá spanska landsliðsáleyparanum, Alvaro Morata, varð fríggjakvøldið rænt av vápnaðum ránsmonnum. Hetta veit Daily Mail at siga.

Ránið hendið meðan Alvaro Morata var í Føroyum og spældi landsdyst á Tórsvølli, har spaniólar vunnu 4-1 á føroyingum. Alvaro Morata spældi inni allan dystin.

Í heiminum, sum er í La Moraleja í Madrid, vóru unnustan, Alice Campello, lítlu tvíburðasynirnir, Alessandro og Leonardo, og ein barnagenta.

Ránsmenninir hóttu seg til nakrar virðismiklar lutir áðrenn teir hildu til beins. Morata-familjan hevur enn ikki viðmerkt óhugnaligu upplivingina.

Alvaro Morata er 26 ára gamal og spælir dagliga við Atlético Madrid, hagar hann er útleigaður frá Chelsea.

Spania spælir í kvøld landsdyst ímóti Svøríki á Santiago Bernabeu heima í Madrid.