Heimið børn og ung við autismu: Her eru tilboðini

Góðar tvær milliónir krónur bíligari enn Landsverk metti

 

Tilboðini at byggja heimið til børn og ung við autismu, sum skal byggjast í Kvíggjartún á Argjum, vóru í dag latin upp. Samanlangt vóru tilboðini lægri enn kostnaðarmetingin, og samanlagt fer tað at kosta 39 mió. kr. at byggja heimið.

Arbeiðið var upprunaliga boðið út í fjør, og tá var prísurin nógv hægri enn kostnaðarmetingin. Lægsta tilboðið, saman við øðrum útreiðslum, var oman fyri 56 mió. kr.

Arbeitt hevur verið við spariuppskotum og ymsu loysnum, tó uttan at tað gongur út yvir funktiónirnar og virksemið í heiminum. Eisini er arbeiðið hesaferð boðið út í sjey arbeiðstøkum, sum er gjørt fyri at fáa ein so góðan prís sum gjørligt.

Her eru innkomnu tilboðini:

##med2##