Nú ber til hjá lesiveikum at hoyra tíðindi, ið verða løgd á heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. Hetta verður gjørt umvegis forritið ?ReadSpeaker? ið er tøkni sum lesur upp tekst á heimasíðum, og betrar munandi um atkomuna til heimasíðurnar hjá øllum vitjandi, sum hava lesitrupulleikar av einum og hvørjum slagi.
Sambært OECD verður mett, at eini 10-15 % av fólkinum hava lesitrupulleikar.
Kommunurnar hava sum myndugleiki eina upplýsingarskyldu mótvegis øllum borgarum.
Gongdin er tann, at heimasíðan er høvuðs kunningar- og upplýsingarmiðil.
- Við hesi nýggju tænastu er vónin at røkka teimum lesiveiku við kommunalari kunning, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.