Í sambandi við, at í ár eru 100 ár liðin, síðani Heimamissiónin byrjaði sítt virksemi í Føroyum undir skipaðum viðurskiftum, verður hildið eitt serstakt tiltak suðuri í Vági vikuskiftið 5 - 7. nov. Tað var í Vági, Heimamissiónin byrjaði sítt virksemi, og er tað orsøkin til, at hetta tiltak verður lagt har.
Á skránni verða møti fríggjakvøld og leygarkvøld kl. 20 og sunnukvøld kl. 18. Og verða tey øll í Meinigheitshúsinum í Vági. Leygardagin kl. 16 seinrapartin verður eitt serligt barnatiltak fyri alla oynna, sum barnaráðgevin skipar fyri. Leygarkvøldið kl. 22 verður eitt serligt ungdómstiltak, sum ungdómsráðgevin stendur fyri.
Sunnudagin er gudstænasta við altargongd, og eftir gudstænastuna er festdøgurði, sum Heimamissiónin bjóðar øllum við til. Hann verður í VB- húsinum, og vegna avmarkað pláss er neyðugt at siga frá í seinasta lagi 30. okt. Lýsing um tað stendur í bløðunum 21. og 22. okt.
Talarar á møtunum verða trúboðararnir hjá Heimamissiónini, og sangkreftir vera bæði norðanfjørðs og úr Suðuroynni.