2. deild
Bæði TB og AB eru í ár nýggj í aðrudeildarhøpi, men fortreytirnar eru tó ymiskar. TB er aldursforsetin í føroyskum fótbólti við eini gyltari fortíð, sum liðið tó hevur havt ilt við at liva upp til seinastu tíðina. Eisini hóast liðið javnan hevur vitjað í bestu deildini seinnu árini.
AB hinvegin er spildurnýtt í so máta. Fyri fyrstu ferð tekur liðið lut í næst bestu deildini, og tí var tað kanska við heilt serligum spenningi, at ferðin gekk til Tvøroyri.
Og um ikki annað, so fekk AB at vita, at tað kann vera náðisleyst at spæla í hægru deildunum. Í øllum førum um verjan ikki er nóg tøtt, samstundis sum ov fá mál verða skotin.
Tað var nevnliga í stuttum søgan hjá AB leygardagin. Í fyrra hálvleiki royndi liðið fyri tað nógva at trýsta. Teir høvdu bóltin nógv, men mál spurdust ikki burturúr. Heldur ikki hóast talan var um nakrar heilt stórar málmøguleikar.
Hinvegin dugdi TB væl at gera sær dælt, tá møguleikarnir vóru til staðar. AB hevði nakrar ferðir ligið framvið, men brádliga var vandi á ferð í hinum endanum. Ein misskiljing í AB-verjuni førdi við sær, at Kaj Roest brádliga gjørdist leysur, og ótarnaður kundi hann við høvdinum stýra bóltin í málið.
Nakað seinni gekk aftur galið hjá AB. Vandin tóktist ikki serliga stórur, tá bólturin varð sparkaður út frá, men við einum drønskoti sendi Rasmus Nolsøe bóltin beina leið í kassan til 2-0. Og beint fyri steðgin mundi dysturin endaliga verða avgjørdur, tá eitt fríspark úr stórari fjastøðu kundi ferðast beina leið í málið.
AB tóktist nærkast eini upploysn í seinna hálvleiki, eftir Allan Michelsen hevði økt um munin eftir eitt fyrimyndarligt álop, og tá Hans Jørgen Djurhuus síðani varð rikin av vølli, tóktist satt skrædl at vera í væntu.
Hetta hendi tó ongantíð. Tvørtur ímóti fór nú at gangast betri hjá AB, og tvær ferðir minkaðu teir um munin. Fyrst tá Eyðun Samuelsen var skjótastur á einum returi, og síðani tá Flóvin Jespersen hegnisliga legði ein bólt heilt upp í málhorni uttan møguleika hjá TB-málverjanum.
Nær nøkrum stigum komu argjamenninir tó ongantíð, men um ikki annað, so kundu teir fegnast um brennievni. Í Suðuroy er bensin nevnliga framvegis at fáa, og hjá AB var tað næstan so, at hvør maður hevði sín bil við á ferðini.
TB-AB 4-2 (3-0)
1-0: Kaj Roest
2-0: Rasmus Nolsøe
3-0: Kaj Roest
4-0: Allan Michelsen
4-1: Eyðun Samuelsen
4-2: Flóvin Jespersen