Heimaliðini vóru stinnari

Tað var bara á Skála, at útiliðið megnaði at vinna í 1.deild í dag. Í øllum hinum dystunum, var talan um sigrar til heimaliðið

Triðja umfar í næstbestu fótbóltsdeildini hjá monnum hevur í dag verið leikt, har fýra av teimum fimm dystunum eru spældir. Einasti dysturin, ið ikki hevur verið í dag er dysturin millum Giza Hoyvík og ÍF, sum verður leiktur týskvøldið.

 

Sum heild eyðkendi tað umfari í 1.deild í dag, at heimaliðið í teimum flestu dystunum fór avstað við sigri. Tað var bert í tí eina dystinum, at tað eydnaðist útiliðnum at vinna – tað var á Skála, har næstbesta liðið hjá Víkingi vann 2-1 móti næstbesta liðnum hjá Skála, eftir at Skála annars hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum.

 

Í Runavík møttust næstbestu liðini hjá NSÍ og HB. Har var tað NSÍ, ið dró longra stráðið, tí NSÍ vann dystin 1-0. Einsamalla málið kom longu tíðliga í dystinum, tá NSÍ áleyparin, Hans Marius Davidsen skoraði.

 

Á Toftum spældu árstalsfeløgini, B68 og B71. Har endaði tað við at heimaliðið av Toftum fór avstað við teimum trimum stigunum í einum dysti, sum endaði við 2-1 sigri til B68. B68 var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Jónleif Højgaard, og í seinna hálvleiki økti Svein Justinussen til 2-0 til B68. Men móti endanum av dystinum kom spenningur í, tá Mohamed Tijani, minkaði um munin fyri B71 til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Einasti dystur í 1.deild í dag, sum ikki hevði nakran sum helst spenning var millum næstbesta liðið hjá KÍ og næstbesta liðið hjá Suðuroyingum. Í tí dystinum vunnu klaksvíkingar ein knúsandi 9-0 sigur, eftir at teir í hálvleikinum vóru á odda 5-0.

 

Stigatalvan í 1.deild eftir trý umfør er tí at KÍ og NSÍ liggja á odda í deildini við sjey stigum, ÍF, Víkingur og B68 koma síðani øll lið um lið við seks stigum, meðan Skála, B71 og HB hava trý stig. Aftast eru Giza Hoyvík og Suðuroyingar. Tey bæði liðini hava einki stig fingið enn. ÍF og Giza Hoyvík hava spælt ein dyst færri enn hini liðini í deildini.

 

Dystirnir í 1.deild í dag:

NSÍ – HB 1-0 (1-0)

1-0         Hans Marius Davidsen, 8.

 

Skála – Víkingur 1-2 (1-0)

1-0         Jóhan Johansen,

1-1         Ási Rasmussen

1-2         Hans Jákup Lervig

 

KÍ – TB/FCS/Royn 9-0 (5-0)

1-0         John Marni Lindenskov (Sjálvmál), 1.

2-0         Dávid Langgaard, 10.

3-0         Kristoffur Jakobsen, 16.

4-0         Óli Poulsen, 19.

5-0         Kristoffur Jakobsen, 33.

6-0         Dávid Langgard, 61.

7-0         Henry Heinesen, 67.

8-0         Hjalgrím Elttør, 81.

9-0         Dávid á Roykheyggi.

 

B68 – B71 2-1 (1-0)

1-0         Jónleif Højgaard.

2-0         Svein Justinussen.

2-1         Mohamed Tijani.