Eftir 30 árum so kom farvistrálandi firvaldurin í gjákvøldi úr sínum hylki av fíggjarligum trupulleikum og kulturellum snævurskygni.
Ikki tí, seinastu árini er orkestrið bara vorðið betri og betri, men í gjárkvøldi gjørdist metamorfosan fullkomin.
Havi lurtað-haldi eg- eftir øllum konsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri sum eru sendar í útvarpi og sjónvarpi.
Tíverri havi eg bert tvær ferðir verið til framførslu í Norðurlandahúsinum (Verdis requiem og Kiri Te Kanawa).
Vildi so fegin havt verið har í gjárkvøldi, tad vildi gjørt upplivingina enn størri.
Ein heilt ótrúligur útviklingur hetta orkestrið hevur verið ígjøgnum.
La Forza del Destino er kanska mín favorit opera.
Fyri 52 árum sídan keypti eg hjá S.H. Jacobsen í Havn eina vinylútgávu, (brúkta fyri 142 kr við Callas sum Leonora og Richard Tucker sum don Alvaro, Serafin stjørnaði.
Seinri havi eg ognað mær eina CD við Placido Domingo og Leontyne Price-James Levine stjørnar.
Ofta havi eg fingið gásahold, tá eg havi hoyrt duettina í 3. akt millum don Alvaro og don Carlo og eisini tá Leonora syngur: Pace,pace mio Dio, men í gjárkvøldið fekk eg gásahold, tá eg hoyrdi fram-førsluna av overturuni.
Nei eg meini tað, eg smæðist ikki við at nevna Bernhard Wilkinson, Serafin og Levine í sama andadrátti.
Havi aldrin hoyrt eina so intensiva tulking av hesari ovterturuni!
Hvør solostemma sum ein glitrandi facett í einum kostiligum gimsteini.
Drama fyri allar pengarnar!!
Forza del Destino er ein rættilig ”kóropera”, og tað var bara fantastiskt, tað sum kórið leveraði í gjárkvøldi.
Eitt praktfult kór!!
Mær nýtist ikki at fara til útlondini ella í plátusavnið hjá mær fyri at nøkta ”gásaholdstørvin”
Føroya Symfoniorkestur er fult ført fyri at levera gásahold!!