Mánadagin kom ein gamal kenningur aftur til Føroya at búgva.
Henning Bøgesvang, sum í 21 ár var prestur í Klaksvík, er fluttur aftur til Føroya. Seinastu 10 árini hevur hann verið sjómansprestur í Gøteborg, men sunnudagin verður hann innsettur sum prestur í Sjóvar prestagjaldið. Tað starvið skal hann røkja næsta hálva árið.
Men hvussu er tað so at vera heima aftur?
- Vit hava bara verið í Føroyum í tveir dagar, so tað er eitt sindur ringt at siga. Tað er við blandaðum kenslum, at eg fari frá einum arbeiði í Svøríki, sum eg havi havt i 10 ár, og sum eg og konan hava verið sera glað fyri. Vit hava glett okkum at koma heim til Føroya, men tað er við blandaðum kenslum, at vit eru her, tí vit hava júst sagt farvæl til eitt arbeiði og fólk, sum vit hava verið góð við, sigur Henning Bøgesvang.
- Men vit siga, at vit koma heim til Føroya, og tað hava vit sagt allatíðina, meðan vit hava verið í Svøríki. Vit hava sagt, at nú skulu vit heim, og so spyrja tey, hvar er tað? Jú, tað er heim til Føroya. Vit hava búð í Føroyum í 21 ár, og tað er her, at vit hoyra til.
Hví ert tú farin úr einum starvi í Svøríki, sum tú treivst so væl í?
- Dópsbrævið er at farið tosa sítt týðuliga mál. Eg eri blivin 65 ár, og hóast eg kundi hildið áfram í starvinum í Gøteborg í nøkur ár afturat, so hava eg og konan verið samd um, at vit skuldu sjálvi finna hurðina. Vit skuldu gevast, meðan leikur var góður.
Steðgaðu longri enn ætlað
Henning Bøgesvang kom til Føroya á fyrstan sinni í 1976. Tá gjørdist hann prestur í Klaksvík, og tað starvið røkti hann í 21 ár, til hann fór av landinum aftur.
- Meðan er arbeiddi í sjómanskirkjuni í Antwerpen, hitti eg nógvar føroyingar, og teir søgdu við meg, at eg skuldi koma til Føroya at verða prestur í nøkur ár. Teir høvdu myndir við, og eg fekk áhuga fyri Føroyum. Tá ið eitt prestastarv so varð leyst at søkja í Klaksvík, søkti eg og fekk tað, sigur Henning Bøgesvang.
- Vit ætlaðu okkum als ikki at verða so leingi í Føroyum. Ætlanin var at vera í tvey-trý ár, og so fara aftur til Danmarkar ella í okkurt starv í sjómanskirkjuni. Men vit vórðu verðandi í Føroyum í 21 ár. Tað var líkasum, at tað allatíðina var okkurt, sum vit vildu náa, áðrenn vit fóru avstað. Børnini trivust væl í Føroyum, árini gingu, og so bleiv tað til, at vit vóru so leingi í Klaksvík.
- Eg hevði altíð sagt, at ein prestur skal ikki arbeiða á sama staði í langa tíð, men tað gjørdi eg sjálvur. Men eisini tað mátti fáa ein enda, og tað var ein av orsøkunum til, at vit fóru av landinum aftur.
Vil sjálvur finna hurðina
Mánadagin kom Henning Bøgesvang aftur til Føroya, og sunnudagin verður hann innsettur í Sjóvar prestagjaldið, men tá ið hann fór av landinum fyri 10 árum síðani, var ætlanin ikki at koma aftur til Føroya at verða prestur.
- Ætlanin var ikki at koma heim til Føroya sum prestur, men sum pensiónistur. Men eg fekk ein fyrispurning frá bispi, um eg kundi taka eitt avloysarastarv í eitt hálvt ár, og tað kom sum boð úr himli, tí tað var eitt høvi hjá okkum at byrja pensiónistatilveruna í Føroyum. Eg eri ógvuliga takksamur fyri, at bispi spurdi meg, og at kirkjuráðini vildu hava meg sum prest.
Eru tit nú komin heim fyri at verða?
- Ja, vit hava bygt hús í Søldafirði, og tað er meiningin, at vit nú er komin heim fyri at verða.
Nú er hetta avloysarastarvið í Sjóvar prestagjaldi í eitt hálvt ár. Kann tað hugsast, at tú fert at taka okkurt líknandi starv í Føroyum?
- Tað er trupult at siga. Eg ætlaði ikki at halda áfram sum prestur, men at finna hurðina sjálvur. Nú gleði eg meg til at røkja avloysarastarvið næsta hálva árið, og eg veit ikki, hvat hendir eftir tað, men um eg haldi fram sum prestur ov leingi, so vóni eg, at fólk vilja siga við meg, at nú er tíð at gevast.
Hvat ætlar tú annars at brúka pensiónistatilveruna til?
- Vit hava ommu- og abbabørn í Føroyum, sum vit vilja hava samband við, og tað sama er við nærmastu familjuni í Noregi, har hin sonurin hjá mær býr, og familjuni í Danmark. Vit hava ikki havt so góðar stundir til familjuna, sum vit høvdu ynskt okkum, men tað verður vónandi øðrvísi nú, sigur Henning Bøgesvang.