Henning Bøgesvang er ein prestur, sum serliga norðoyingar minnast væl. Tað er onki at siga til, tí hann var prestur í Klaksvík í 21 ár. Við sínum serstaka lætta lyndi knýtti Henning Bøgesvang eitt sterkt band til oyggjaland okkara og tess fólk. Flest øll munnu minnast hansara kanska heldur øðrvísi prædikur við lættum og til tíðir skemtiligum søgum. Men samstundis eisini hansara álvarsemi, sum lá aftan fyri hesi orð. Sosialurin hevur hitt Bøgesvang, sum hann vanliga verður kallaður millum fólk, til eitt prát.
Bøgesvang er ikki ein maður, sum liggur á tí latu síðuni. Ei heldur tá hann er heima og vitjar. Tá Sosialurin roynir at hitta mannin til eitt prát, liggur tað ikki so væl fyri hjá honum, tí hann stendur í einum stiga og málar húsini hjá soninum. Og seinni um kvøldið gongur leiðin av Eiði til Nesvíkar, har barnamøti eru. Men loksins eydnast tað okkum at finna eina stilla stund, har hann hevur stundir til eitt prát. Og hann er sum altíð prátingarsamur.
Hann greiðir frá, at hann og konan hava búsett seg í Gøteborg. Tey fluttu úr Klaksvík til Gøteborg, har Bøgesvang í dag er sjómansprestur út yvir at hava sína egnu donsku samkomu.
Bøgesvang letur væl at yrkinum sum sjómansprestur. Hann sigur, at har fær prestur høvi at koma út til fólk á teirra arbeiðsplássi.
? Tað er ikki nakað ein vanligur prestur ger. Tá er tað heldur hinvegin, at fólkið kemur til hansara í onkrum ørindum. Eg haldi, tað er gott, at ein prestur kann koma inn í heimin hjá sjófólkunum, sigur hann. Bøgesvang fer ikki vanliga umborð at hava bønarhald, men hann plagar at taka føroysku og donsku bløðini við og á tann hátt fær hann borið tíðindir út og eitt prát við manningina. Og so onkuntíð kemur tað fyri, at onkur biður prest koma til síðis, tí eitthvørt er, sum viðkomandi vil tosa um ella vísa fyri presti.
? Tað kann vera so nógv. Alt frá trupulleikum heima, ella at ein hevur fingið eitt barn. Øll vita, at sjómansmálið er ikki nakað sunnudagsskúlamál, og tí kann tað tykjast heldur torført hjá einum sjómanni at tosa við onkran umborð um tey meiri bleytari virðini, kenslur, trupulleikar ella bara lívið sum heild. Og tá er tað gott, at tey kunnu fáa onkran umborð, sum kann lurta eftir teimum og tosa við tey um tílík evni, sigur Bøgesvang, sum hittir føroyingar umborð á skipum í Gøteborg hvørja viku.
? Eg royni altíð at hitta føroyingar ? eisini fyri, at eg skal kunna halda málið við líka so frætt sumt tað nú einaferð er, ha, sigur hann við sínari eyðkendu úttalu av málinum.
Flyta heimaftur
Hóast prestur fyri fimm árum síðani segði farvæl við Føroyar, so hevur hann ikki sagt tað fyri altíð.
Tá hann tosar um at vitja Føroyar, sigur hann allatíðina heim til Føroyar.
? Ja, vit kenna okkum heima her. Danmark er ikki longur heimið hjá okkum. Sviar hava hug at flenna at okkum, tá vit siga heim til Føroyar, tí vit eru danir, men soleiðis er tað bara vorðið, sigur Bøgesvang flennandi.
Spurdur um hann og konan ikki hava ætlanir um at koma aftur til Føroyar, sigur hann púra avgjørdur á málinum, at tað hava tey.
? Vit hava keypt okkum eitt grundstykki í Søldarfirði, so tá eg eri pensioneraður, flyta vit heimaftur. Men tað verður ikki aftur til Klaksvíkar í embæti. Eg eri har, sum eg eri nú, og har verði eg helst til eg verði ov gamal til at arbeiða, sigur Bøgesvang, sum ei heldur heldur, at tað er nakað gott hugskot at flyta heimaftur til tað sama, sum hann fyri fimm árum síðani, fór frá.
? Nær vit flyta aftur, veit eg ikki. Eg dugi ikki at síggja meg sjálvan sum pensioneraðan enn, men ein veit, at ein er við at gerast gamal, tá børn, sum ein hevur doypt sjálvi hava fingið børn, sigur hann smílandi.
Hóast hann hevur verið burtur í fimm ár, so hevur hann verið aftur í Føroyum tvær ferðir um árið síðani. Hann og konan eiga tveir synir, sum báðir hava føroyska konu. Tann eldri, Anders, býr saman við familju síni í Noreg, meðan tann yngri, Villads, býr á Eiði. Og ofta tá hann so hevur verið heima, so verður hann biðin um at gera eina og hvørja kirkjuliga handling. So nakrir barnadópir, nakrar brúðarvígslur og onkur gudstænasta eru tað blivin til kortini.
Seinasta summar var Bøgesvang eisini heima sum vanligt og vitjaði. Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, heitti tá á hann um at halda prædikuna í Christianskirkjuni, tí báðir prestarnir í Klaksvík vóru í feriu. Og hann so gjørdi, og tað var rættuliga nógv fólk í kirkju, hóast meginparturin av klaksvíkingum mundu vera á Ólavssøku.
? Tað var sera løgið fyri meg at standa aftur í Christianskirkjuni og prædika, og tað var ikki frítt, at eg var eitt sindur rørdur, viðgongur prestur. Og hann leggur afturat, at tað koma altíð so nógvar kenslur fram, tá ein kemur aftur til tað, sum ein hevur verið so góður við.
? Eg og familja mín vórðu væl móttikin í Klaksvík, og hóast tað var sera torført at tillaga seg hvørjum øðrum í fyrstuni, so gekk tað bara heilt væl. Vit hava havt tað so gott í Føroyum, og tað er eisini tí, at vit síggja tað sum okkara heimland og vilja flyta aftur, sigur Henning Bøgesvang, prestur, at enda.
Vitjanin hjá Bøgesvang og konuni í Føroyum hesuferð varar til fríggjadagin, tá leiðin gongur aftur til Svøríkis.