Heim klokkan 03.00

Eysturoyingar eru ónøgdir við løgreglutænastuna í oynni. Hesar ábendingar koma í kjalarvørrinum á harðskapinum í Stokkastovuni leygarmorgunin, tá ein unglingur varð illa skaddur. Løgreglumenninir í oynni skilja ónøgdina, men siga orsøkina vera, at støðin er undirmannað

Eitt av starvsfólkunum á tí nú stongdu Stokkastovuni hevur í sambandi við tíðindini um harðskapin har um vikuskiftið, sett seg í samband við Sosialin.


Starvfólkið sigur seg vera sera ónøgt við løgregluna í oynni.


? Teir koma ongantíð, tá kallað verður á teir, vil starvsfólkið vera við.


Harumframt heldur starvsfólkið, at løgreglan í Runavík hevði allar møguleikar at handtaka harðskapsmannin ólukku leygarmorgunin. Sagt verður, at fuglfirðingurin sum meislaði unglingin var standandi á staðnum til sjúkrabilurin var komin, men at hann síðani fór heim.


? Vildi løgreglan handtaka mannin, kundu teir at farið heim til mannin og tikið hann har, verður sagt.


Fáir um summarið


Sosialurin setti seg í samband við løgregluna í Runavík, og haðani verður staðfest, at illgerðarmaðurin ikki var á staðnum, tá løgreglan kom á staðið, og at hann eftir øllum at døma heldur ikki var við hús eftir tilburðin.


? Men, vit skilja væl, at fólk eru ónøgd við løgreglutænastuna í oynni, sigur Schandorff Vang, løgreglumaður.


Trupulleikin í Eysturoynni er eftir øllum at døma, at løgreglan er alt ov illa mannað, og at neyðugt tískil er at hava skerda vaktarskipan; eisini í vikuskiftunum, tá harðast leikar á.


Flestu eysturoyingar tykjast vita, at tá klokkan er farin av trý leygar- og sunnumorgnar, fer løgreglan til húsa. Hetta verður eisini váttað av støðini í Runavík.


? Vit eru 8 løgreglumenn á støðini, og vit skulu ansa allari oynni. Summarið á tamb hava tveir mans frí, og nú eru bara 6 mans tøkir í oynni. Um vikuskiftini eitur kvøldvaktin 19.00 - 03.00, og hesar tímar koyra vit vaktarkoyring. Men er ongin ítøkiligur trupulleiki, fara vit heim klokkan 03.00, sigur Schandorff Vang og leggur dent á, at reglugerðin krevur tað.


? Rætturin til sjálvbodna vaktarkoyring eftir vaktarlok er ikki til?


Ongin broyting í bræði


Eftir klokkan 03.00 hevur ein løgreglumaður heimavakt, og kemur okkurt álvarsamt upp, sum t.d. álopið í Stokkastovuni, purrar støðin í Tórshavn vakthavandi í Eysturoy út, og hesin setir seg í samband við starvfelaga sum hevur sjálvbodna og ólønta »kollegiala bakvakt«. Hóast skjótt verður borið at, er øll henda stákan tíðarkrevjandi, og tað var hon eisini leygarmorgunin.


? Fólk vilja sjálvandi hava okkum á staðið, beinanvegin okkurt er áfatt, men við hesi skipan ber tað ikki til, staðfestir Schandorff Vang, sum ikki væntar, at manningartalið verður størri í bræði. Hann óttast hinvegin fyri, at vaktarkoyringin á nátt verður skerd, og at støðin í Runavík kanska verður umskipað til dagstøð, nú bygnaðarbroytingar eru upp á tal í donsku løgregluni í Føroyum.


Fámæltur varafúti


Politistafelagið veit um trupulleikan í Eysturoynni, og hevur eisini gjørt vart við hann á fútaskrivstovuni. Fútin, ið er burturstaddur í sum døgum, hevur jú hægsta løgreglumynduleika í landinum. Finn Ougaard, varafúti, vil kortini siga somikið sum, at talið á løgreglumonnum í Føroyum verður sett í Danmark, hóast tað er í samstarvi við teir útsendu í Føroyum.


? Kunnu vit fáa fleiri løgreglumenn til Føroya, hevði tað sjálvandi verið gott, sigur ein lítið prátingasamur varafúti.


Finn Ougaard ásannar, at orðaskifti um manningartal á løgreglustovunum javnan er frammi, men at tað er torført at gera øllum til vildar. Hann staðfestir, at ongin nýggjur løgreglumaður kemur í Eysturoynna fyribils. Hetta kundi antin bent á, at fútin í Føroyum heldur manningatalið vera í lagi, ella at donsku myndugleikarnir ikki vilja seta fleiri løgreglufólk í starv í Føroyum.



Fakta um løgregluna


Høgni Mohr


Í Føroyum eru 85 løgreglufólk. 32 teirra eru í starvi úti á bygd, men stóra talið (53) í Havnini kemst av, at kriminaldeild og umsiting er har.


Í Eysturoynni vóru í 1976 bert tríggir løgreglumenn. Í 1984 var talið komið upp á 6, og seinastu 15 árini eru tveir løgreglumenn komir afturat.


Vaktarskipanin í oynni gerðandisdagar er tvíbýtt, og ongin beinleiðis vakt er í tíðarskeiðinum millum klokkan 1 á nátt og klokkan 9 á morgni.