Heim fyri minnisveik í Suðuroynni

Ætlanir eru frammi um at byggja heim fyri minnisveik í Suðuroynni

Í augustmánað hevði Vágs Matmøðrafelag fund, har seinasta hond  var løgd á ætlanina um at senda bræv út til allar kommunur í Suðuroynni fyri at vita, um áhugi er fyri at byggja eitt heim fyri minnisveik mitt í oynni, tað vil siga í Hovi.
 
Á fundi 22. september varð brævið endaliga orðað og er  tað sent øllum kommunun í Suðuroynni og brævið er soljóðandi:
 
 
 
Vágs Kommuna, Tvøroyrar Kommuna, Hvalbiar Kommuna,
Famjins Kommuna, Hovs Kommuna, Porkeris Kommuna og Sumbiar Kommuna.
 
 
 
Nevndu kommunur í Suðuroy hava fingið soljóðandi skriv sendandi:
 
 
 
 
 
                 Vágs Matmøðrafelag hevur á fundi 25.august 2004 samtykt at arbeiða fyri at fáa eitt heim fyri minnisveik bygt í Suðuroynni.
 
Hetta kann eftir okkara tykki bert lata seg gera, um allar kommunurnar í oynni standa saman um hesa verkætlan, tí tær  koma sjálvar at fíggja ein part av kostnaðinum.
 
Vit fara eisini at heita á tykkum, um so verður, at hetta gerst veruleiki, at lata heimið byggja í Hovi.
 
Bygdarfelagið í Hovi eigur eitt planerað grundøki, sum er 1268 fermetrar til støddar, sum teir siga seg vera sinnaðar at selja fyri ein sámuligan prís.
 
Vónandi frætta vit aftur sum skjótast, helst áðrenn 3 vikur, so vit fáa at vita, um vit skulu arbeiða víðari við tiltakinum.
 
 
 
 
Vágur 21.sept.2004
 
 Vinarliga
Vágs Matmøðrafelag
v/  Elin Jacobsen
Nes - Vágur