Heilt upp í 18 hitastig næstu dagarnar

Næstu dagarnar verður rættiliga lýtt kring landið


Tað verður rættiliga lýtt kring landið hesar næstu dagarnar

Tað sigur Petur Skeel, veðurmaður hjá Miðlahúsinum.

Tað verður heilt upp í 18 stig næstu dagarnar, men annars verður skiftandi veður, mjórkaflókar, regn av og á, men eisini turt og sólglottar.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr veðurmannin greiða frá