Heilt upp í 17 stig í næstu viku

Um vikuskiftið verður veðrið hampuligt, men í næstu viku boðar DMI frá hita upp í 17 stig í støðum.

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein norðan og eitt brúgvalag haðani liggur í ein landnyrðing úr Føroyum og sendir ælaveður inn yvir okkum. Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst móti Íslandi av suðri og geva sum frá líður eitt rák av landsynningi og framviðfarandi brúgvaløg av suðri og landsynningi yvir Føroyar. Seinni í vikuni styrkist eitt hátrýst í Grønlandshavinum.

 

Veðrið í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í 20 m/s, sum seinnapartin og í kvøld makað niður í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, seinnapartin færri æl. Hitin um 8 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar í gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar, men seinnapartin dregur samanum. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður makar hann vindin í lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Um náttin øtlar hann aftur vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Eitt skifti sól, men annars skýggjað og stundum regn. Hitin um dagin millum 7 og 11 stig, um náttina niður í 2 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni turt og sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 12 stig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og í støðum mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, í støðum upp í 17 stig, um náttina niður í 5 til 8 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum spakuliga øtlar í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað, í støðum mjørki, men um náttina klárar í. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, í støðum uppí 17 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.