Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur lítið um avgerðina, sum Alfred Olsen hevur tikið, um at taka seg úr samgonguni.
– Eg haldi tað er heilt ótrúliga langt úti, at hann ger tað til eitt samgongumál. Við hesum kastar hann onkursvegna ábyrgdina á samgonguna og spurningurin er, um tað er rætt av honum, sigur løgmaður. Hann vísir á, at í samgonguni vóru tíggju atkvøður fyri uppskotinum. Fimm frá Sambandsflokkinum, fýra frá Javnaðarflokkinum og einari frá Fólkaflokkinum.
– Hetta hevur ongantíð verið eitt samgongumál, og Alfred gloymir, at fimm atkvøddu fyri uppskotinum í Sambandsflokkinum. Eg haldi ikki, at hann sendir rokningina til rætta viðkomandi.
– Skal Alfred revsa nakran, so átti hann heldur at revsa sínar egnu, heldur løgmaður fyri.
– Men rímilig vís, hann skal jú eisini yvirliva næsta val eisini, sigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard.
Nógv hevur verið tosað um samgongustev og breiðu semjuna, og spurningurin er nú, um hetta hevur oyðilagt stevið?
– Tað gagnar so ikki stevinum, men vit mugu royna at halda út og seta fokus á onnur mál, sum hóast alt eru, tí tað er ikki bara 266 b til, heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.