»Heilt serligt at vinna á heimasjógvi«

Kvívíkingur róði og vann á heimasjógvi í dag. »Tað er heilt serligt at vinna á heimasjógvi«, sigur Rókur Johannesen, sum er róðursmaður á Kvívíkingi

Kvívíkingur hevði av álvara lagt jóansøkuróðurin á hillina, tá ið startdómarin sendi áttamannaførini avstað á fjarðastevnu. Við einum framúr starti legði Kvívíkingur seg á odda beinanvegin, og hann helt leiðsluna til máldómarin lat skotið av.

 

Róðursmaðurin á Kvívíkingi, Rókur Johannesen, er sera væl nøgdur við róðurin.

 

- Menn vóru sera grammir og spentir, tá vit lógu úti á startinum. Vit flugu avstað, og báturin gekk væl allan vegin inneftir.

 

Kvívíkingur róði á heimasjógvi í dag. At vinna á heimasjógvi er nakað heilt serligt, sigur Rókur Johannesen.

 

- Tað var fantastiskt at vinna á heimasjógvi. Eg havi sjálvur ongantíð vunnið í Vestmanna áður, so tað var heilt serligt. Vestmenningar og Kvívíkingar hava eisini stuðlað okkum nógv, so tað var stuttligt, at tað eydnaðist,

 

sigur Rókur.  Eins og róðurskvinnan á Knørri segði í síðstu viku, so metir Rókur eisini, at tað er umráðandi at koma niður á jørðina eftir slíkan stórsigur.

 

- Vit kunnu fegnast í dag, men so er liðugt. Eg vænti harða kapping á Vestanstevnu, og vit taka einki fyri givið,

 

Letur í Róki at enda.