Heilt nýggjur Opel Insignia

Opel sýnir nú fyrstu almennu myndirnar av nýggja Opel Insignia, sum verður frumsýndur á bilaframsýningini í Genève í mars 2017.

 

Bilurin, ið er bygdur yvir ein heil nýggjan plattform, er størri og rúmligari enn forgangarin, sum hevur verið á marknaðinum síðan 2008.

 

Nýggi Insignia kemur á marknaðin sum sedan í summar og sum stationcar í heyst.

 

Í Bretlandi verður bilurin seldur sum Vauxhall Insignia, í Australia sum Holden Commodore og í USA sum Buick Regal.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/