Tað er ógvuliga misjavnt, hvussu nógvar kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, hava tikið av tilboðnum frá Gigni um ráðgeving. Tað hevur Gignið greitt Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum frá, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Miðflokkinum um at skipa eina serliga ráðgeving til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku.
Miðflokkurin ætlar ikki, at hendan nýggja ráðgevingin, teir hava í umbúna, skal koma ístaðin fyri ta ráðgeving, sum longu er. Hon skal koma afturat, og endamálið er at hava eina telefon-ráðgeving, har kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, altíð kunnu ringja, og har starvsfólk í almannaverkinum svara telefonini og geva góð ráð.
Les eisini: Vilja avmarkað talið á fosturtøkum
Gigni hevur havt eina slíka ráðgeving síðani 2014 og tey siga, at tað er ymiskt, hvussu nógv hon er brúkt. Tey siga, at tað er bara fyri 2015, at tey hava nágreinilig tøl, og tað árið bóðu tríggjar kvinnur um ráðgeving um fosturtøku.
Men tey leggja afturat, at tað er bara tá ið kvinnur ringja beinleiðis til Gigni at biðja um ráðgeving, at tað verður skrásett, men tá ið heilsufrøðingar hjá Gigni eru til arbeiðis koma teir eisini í samband við kvinnur í biðja um ráðgeving, men hvussu stórt talið er, hava tey ikki greiði á.
Annars søgdu tey í Gigni í 2017, at einar 10 - 15 leitaðu sær ráðgeving um árið. Les meiri um tað HER
Gigni hevur tríggjar heilsufrøðingar kring landið, sum ráðgeva um fosturtøku, men harumframt hevur Gigni avtalu við løgfrøðing, og sálarfrøðing um at vera til taks við serligari ráðgeving og í løtuni verður eisini arbeitt upp á at fáa eina avtalu við tveir sosialráðgevarar um ráðgeving, tá ið serligir spurningar stinga seg upp.