Meðan politikkarar skiftast um at blaka runu, ákæra hvønn annan og fremja síni egnu lokalpolitisku áhugamál siglir føroyska heilsuverkið sín egna sjógv, sum meir og meir líkist eini søkkandi skútu har skiparin og stýrimaðurin eru farnir av brúnni, meðan sjúklingar og heilsustarvsfólk halda í hondina á hvørjum øðrum í salongini, meðan orkestrið spælir ”Nearer My God to Thee”.
Vantandi ábyrgdin og valagn
Nakrir av grundarsteinunum innan alla medisinska viðgerð nevniliga ábyrgd og ábyrgdarkenslu tykist verða púra fráverandi millum føroyskar politikkarar. Nógv verður tosað, men lítið verður ítøkiliga gjørt, og tað sum verður gjørt, verður gjørt í óðum verkum. Eitt nú flyting av viðgerðum og skjerjing og umskipan av játtanum.
Tað er tíverri væntandi, at upp til komandi val, fer føroyska heilsuverkið enn einaferð at verða hálova við gyltum lyftum um eina bjartari framtíð fyri heilsuverkið og sjúklingar tess. At misnýta heilsuverkið á henda hátt er tað alt ov dýrabært til. Tað er ein sannroynd, at eitt vælvirkandi heilsuverk verður ikki bygt eftir einum degi, men kan syndrast upp á stutta tíð. Hetta hava nógv onnur lond í heiminum ásannað.
Veik stýring og maktvakuum
Støðan er nú tann, at av tí at eingin verulig yvirskipað ætlan er fyri føroyska heilsuverkið og lyftir verða brotin hendir m.a tað, sum vit nú síggja, nevniliga at serlæknar standa fram alment og tala sína søk fyri síni serøki og ”sínar sjúklingar”. Aðrir heilsustarvsfólkabólkar tala eisini at verandi gongdini. Um somu tí sum heilsustarvsfólk hava skyldu til at vísa á, um tað ikki eru nøktandi umstøður í viðgerðini av sjúklingum, so eigur heilsuverkið heldur ikki at vera stýrt soleiðis, at tann sum rópar harðast fær sín vilja. Stýringin ber brá av skund- og lappaloysnum. Medisinsk faklig tilmæli verða ikki fylgd, ja allarhelst als ikki eftirspurd.
Raðfesting, raðfesting, raðfesting
Tíðin er meir enn búgvin til at gera raðfestingar innan heilsuverkið. Hvussu skal tað skipast í framtíðini? Hvussu nógv sjúkrahús og hvørjar viðgerðir skulu veitast á hvørjum sjúkrahúsi og innan hvørt øki? Hvørji serlæknaøki skulu vera í Føroyum og hvussu nógvir serlæknar skulu vera innan hvørt økið? Hvørjar viðgerðir skulu gerast uttanlands og í hvørjum landi? Har hava føroyingar møguleika at avgera hvørjar og hvar man vil gjalda fyri viðgerðir. Har liggja fleiri lond rundan um Føroyar, ið kunnu veita viðgerð til kanska enn hægri kvalitet og betri prís enn sum er. Hvørjar viðgerðir kunnu takast heim til Føroya? Hvussu skal leiðslan í heilsuverkinum skipast í framtíðini? Hvussu skal man tryggja, at serlæknar koma og støðast í Føroyum? Osfr. Osfr.
Alt hetta er ov týdningarmikið til, at politikarar royna at nýta tað til persónligan politiskan vinning og alt ov álvarsligt til, at nakar politikari kann skáka sær undan at taka ábyrgd.
Her mugu føroyskir politikarir hyggja longur fram í framtíðini enn bert komandi val og valskeið. Tað vil sjálvandi vera púra náttúrligt at politikarar leita sær ráð og spyrja seg fyri hjá m.a medisinsk fakligum umhvørvum, bæði her á landi og uttanlanda. Og síðani fylgja teirra tilmælum!
Skriftin á vegginum
Tey fyrstu ófrættakendu tekini til, at heilsuverkið er í kreppu síggjast longu nú og hava verið sjónlig leingi. Dugnalig heilsustarvsfólk gevast, bæði sjúkrarøktarfrøðingar og læknar fara uttanlands at arbeiða, meðan nøkur framvegis búgva í Føroyum. Tá átti tað at sagt øllum so mikið, at her er okkurt heilt galið. Um einki ítøkiligt verður gjørt fer trupulleikin bert at blíva enn størri, tí tað fara td. at mangla enn fleiri serlæknar um nøkur fá ár.
Tað finnast nógvir dugnaligir føroyskir læknar uttanlands, eisini serlæknar, sum uttan iva høvdu verið áhugað í at komið til Føroya at arbeitt, men við verandi gongdini eru tað nógv, ið setast aftur. Hetta kann broytast, men tað mugu m.a politikarar tora at taka ábyrgdina av, eisini um tað fer at viðføra illa umtóktar avgerðir.
Kjarnuveitingin í heilsuverkinum
Føroyska heilsuverkið hevur nógvar fortreytir fyri at verða eitt framkomið heilsuverk, fyrst og fremst dugnalig heilsustarvsfólk, ið kann sammetast við onnur lond. Men tað krevur raðfestingar og langtíðarætlanir.
Ein kann og skal fremja rationaliseringar, har tað kann fremjast, men tað er ein sannroynd, at heilsa og heilsuverk kostar. Eisini tykist tað undrunarvert, at rationaliseringar tykjast at vera byrjaðar við teimum sum veita kjarnutænastuna í einum og hvørjum heilsuverkið, tey sum arbeiða á gólvinum: heilsustarvsfólkið. Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, læknar, bioanalytikarar, radiografar, fysioterapeutar, ergoterapeutar osfr. Uttan hesi fólkini einki heilsuverk. Hvussu nógvar og hvørjar rationaliseringar eru gjørdar í fyrisitingini?
Føroyar hevur seinastu árini gingið í akkurát somu sporum innan heilsufyrisiting sum m.a nógv av okkara grannalondum við sokallaða ”New public management”, sum nú er fyri stórum atfinningum í okkara grannalondum og restin av heiminum. Sjúklingur er ikki longur sjúklingur, men kundi, og sjúkrahús er ikki longur sjúkrahús, men framleiðari av heilsutænastum. Og saman við fínum orðum sum misjón, visjón og strategi er tað komið eitt alsamt vaksandi skrivstovuveldi og krav um dokumentatión uttan nakra trygd ella prógv fyri hækkan av kvalitet innan diagnostikk og terapi.
Tað er heldur ikki nokk at byggja nýggjar glasiligar sjúkrahúsbygningar, um eingi starvsfólk støðast at arbeiða har. Líkamikið hvussu harmoniskt fysisku karmarnir máttu verið, hvussu nógv list hongur á veggunum og hvussu nógv ljós sleppur inn. At man so harafturat nýtir yvir eina hálva millión at sýna alt hetta fram talar fyri seg, men pengarnir til eina tílíka framsýning kundu blivið nýttir til okkurt frægari endamál, sum eitt nú heilivág ella tól.
Heilsuverk er bad business
At røkja eitt heilsuverk kostar nógva pengar og fer ikki at blíva bíligari við tíðini. Tað er bert at hyggja at grannalondunum og øðrum heilsuverkum í heiminum. Tað er beinleiðs naivt at trúgva, at ein fer at fáa meir og betri heilsuverk fyri minni í framtíðini. Óansæð hvussu nógvar og hvørjar rationaliseringar ein ger. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Tað koma støðugt fleiri viðgerðir, nýggjur heilivágur og nýggj tól um somu tíð sum fólk liva longri og harvið náa at fáa fleiri sjúkur, harav fleiri í størri og størri mun kunnu viðgerðast.
At hava eitt framkomið heilsuverk kostar, og verður ongantíð ein yvirskotsforrætning ella BIG business. Men tað skal m.a verða við til at tryggja, at allir borgarar í samfelagnum fáa ta kanning og viðgerð teimum tørvar til røttu tíð, á einum støði, ið kann samanberast við td. okkara grannalond, soleiðis at tey kunnu kenna seg trygg og í góðum hondum, um tey gerast sjúk. Hetta er ein av kjarnuveitingunum í einum vælferðarsamfelagi.
Sparing eftir reyv
Um játtanin er ov lág ella ov høg kann altíð kjakast um. Fakta er, at man vil aldrin kunnað fylla heilsukarið. Man verður noyddur at raðfesta og seta eitt mark. Kjarnin er, at ein fær tað heilsuverk ein vil gjalda fyri. Sum støðan er nú, hava føroyskir politikarar valt at gjalda minst til heilsuverkið í prosent av BTÚ sammett við norðurlendsku grannalondini.
Sannleikin er, at ein støðug niðurlaging yvir fleiri ár vil ikki kunna vendast eftir einum degi, men tekur somuleiðis fleiri ár at venda fyri at koma upp á sama ella hægri støði. Tað er væntandi, at um verandi gongdin heldur fram verða avleiðingarnir tað størri í framtíðini.
Apati, drál og utopi
Stórar og allarhelst dýrar kanningar og frágreiðingar hava verið gjørdar og hareftir goymdar í onkrari skuffu gjøgnum árini. Og tað hevur borið brá, av at vera sum, ”meðan vit bíða eftir Godot”. Absurd!
Seinasta nýggja er nú eitt løgtingsmál um ”Uppskot til samtyktar um eina visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya”. Hetta er fyri so vítt jaligt, men tíðin vil vísa, hvussu leikur fer. Um vend kemur í ella, um hetta eisini bert verður enn eitt upplop, sum við tíðini tagnar og hvørvur uttan at nakað ítøkiligt verður gjørt. Hetta fer í so fall at krevja breiðar politiskar semjur. Men tað liggur longu í fíggjalógaruppskotinum fyri 2015, at heilsuverkið komandi árini skal spara milliónaupphæddir. Tá tað ikki fer at verða ókeypis at fremja eina tílíka langtíðarætlan er tað givið, at hetta tykist vera rættiliga órealistiskt og nærmast utopiskt, um man um somu tíð ætlar at spara. Líkamikið hvørjar rationaliseringar ein ger. Harafturat fer ein menningarætlan at taka tíð at gera. Arbeiðsbólkar skulu gerast og frágreiðingar skulu skrivast. Tíð, sum man í veruleikanum als ikki hevur, tí allir hesir spurningar eru átrokandi og er eitt mál, ið hevur skund.
Soleiðis sum Landsstýrismaðurin og løgtingsfólk ítøkiliga hava røkt sína uppgávu seinastu árini og inntil víðari líkist tað mest einari skurðviðgerð har sjúklingurin er lagdur í narkosu, men eingin skurðlækni er tilstaðar, ið torir og vil taka ábyrgdina av at byrja sjálva skurðviðgerðina! Í veruleikanum vil tað tá vera náttúrligt at man biður um hjálp og fær onkran annan at fremja skurðviðgerðina.
Um komandi val fer at vísa á nakran sum vil og kann fremja tey neyðugu átøkini vil tíðin vísa.
Tað krevst dirvi, treiskni og ábyrgdarkenslu.
Neyðugt er at gera eina veruliga miðvísa og langtíðarætlan fyri alt føroyska heilsuverkið, og síðan føra tað út í verkið. Hetta hevur bráskund!
Bløðandi sjúka føroyska heilsuverkið liggur framvegis í narkosu á skurðborðinum uttan, at knívurin er settur í.
Eivind Warberg
Lækni










