Heilsustøðan er góð

- Føroysku ítróttarfólkini hava tað gott, og tað er deiligt, tá ið læknin kann siga, at hann hevur næstan einki at gera, sigur Sølvi Winther Olsen.

 

Síðani 1991 hevur Sølvi Winther Olsen verið lækni hjá føroysku ítróttarfólkunum á Oyggjaleikum. Sølvi er eisini við á Isle of Wight, men higartil hevur hann havt einar friðarligar leikir.

 

- Heilsustøðan hjá føroysku ítróttarfólkunum er sera góð, og eg havi bert havt onkur smáting at taka mær av, sigur Sølvi Winther Olsen.

 

- Tað hevur verið eitt sindur ymiskt, hvat eg havi havt at hugsa um á teimum ymiskum leikunum. Onkuntíð hava tað verið nógv bit av insektum, sum eg havi viðgjørt, og onkuntíð hava tað verið skoldingar, men hesaferð er tíbetur lítið hjá mær at taka mær av, sigur hann.

 

Hitin á Isle of Wight er passaligur, tað hava verið millum 16 og góð 20 stig, og í slíkum hita trívast føroyingar væl.

 

- Nú havi eg næstan hug at halda, at tað er blivið eitt sindur ov kalt, so tað er ikki vóna, at fólk fara at blíva forkølað, og eg so skal finna pensilin fram, sigur Sølvi Winther Olsen.

 

Eftir ein gráan dag við eitt sindur av regni og ikki so nógvum hita, er veðrið betur í dag. Sólin kagar fram av og á, og hitin liggur upp ímóti 20 stigum.