Gamli bankabygningurin á Skála, ið í dag húsar kommunulækna og barnaansingarstovni á staðnum, eigur at verða umbygur og dagførdur til ein nútímans heilsumiðdepil á Skála.
Um dagarnar er at frætta, at Runavíkar Býráð er í holt við at avtaka læknaviðtalurnar á vestara armi á Skálafjørðinum, so at fleiri enn 2200 borgarar við fjørðin framyvir noyðast at fara heilt til Runavíkar at fremja síni læknaørindi.
Samstundis liggur í luftini, at barnaansingin á Skála framhaldandi skal rekast sum tveir stovnar, í tveimum ymiskum bygningum, í tveimum ymiskum umhvørvum, við einum hanagleivi ímillum ?
Hetta eru niðurstøður, ið als ikki eru nøktandi í nærumhvørvinum. Her er stutt sagt eingin logikkur í.
Undanfarna býráð hevði eina ætlan um at at byggja ein nýggjan ansingarstovn við verandi barnagarð, ið liggur í sama øki sum skúlin og verandi spælipláss, soleiðis at skilja, at alt skúla- barna- og ansingarvirksemi á Skála kemur at liggja í einum miðsavnaðum øki framyvir.
Ístaðin fyri at arbeiða víðari við gomlu ætlanini, fer man nú at brúka millióna upphæddir uppá at broyta gamla bankabygningin/læknasmiðstøð soleiðis, at verandi tvídeilda ansingarætlan kann førast út í lívið, - ein ætlan, ið als ikki er nøktandi lokalt. Nóg mikið av peningi er nýttur uppá skeivar íløgur.
Tann útviklingur, ið vit nú síggja á Skála, kann ikki halda fram. Her má steðgast á, og ein skilagóð leið setast í kortið, ið tekur hædd fyri samlaða tørvinum á staðnum.
Mítt uppskot er, at vit beinanvegin flyta tannlækna- og fótarøkt úr verandi hølum oman í gamla sparikassabygningin, samstundis sum vit flyta ansingarplássini niðan í hølið, ið tannlækni og fótarøkt vóru frammanundan.
Í eini skiftistíð fara vit síðani at venda aftur á slóðina, og fara at projektera eina framkomna útbygging av verandi ansingarstovni soleiðis, at øll ansing kemur at verða á einum og sama stað framyvir. Hetta er best fyri børnini, best fyri foreldrini og best fyri starvsfólkið.
Samstundis fara vit undir eina skipaða tilgongd, har vit fara at broyta og útbyggja gamla sparikassabygningin soleiðis, at vit fáa ein framkomnan heilsudepil á Skála, ið t.d. kemur at húsa tannlækna, kommunulæknatænastu, fótarøkt, fysioterapi, ergoterapi og annars øllum teimum tænastum innan heilsuøkið, ið allir teir túsundtals borgarar á Skála síðuni av fjørðinum hava krav uppá at fáa í nærumhvørvinum.
Stendur tað mær í boði, at verða valdur sum býráðsumboð fyri økið, so fari eg at virka við lív og sál fyri at venda aftur á gamla hugskotið um at miðstavna skúla, barnaansing og spælipláss á sama øki, samstundis sum vit fáa eina verduga heilsumiðstøð á Skála.
Einki minni enn hetta hava okkara borgarar uppiborið. Vit hava mist nokk. Nú má brótast upp úr nýggjum.
Hans Jákup Johannesen Valevni til Runavíkar Býráð.