Teir tríggir heilsumálaráðharrarnir í útnorði úr ávikavís Íslandi, Grønlandi og Føroyum møtast einaferð um árið við tí fyri eygað, at styrkja samstarvið við samrøðu og luta kunnleika og hugskot hvør við øðrum. Hetta skrivar KNR úr tíðindaskrivi frá Naalakkersuisut í dag.
Agate Fontain, landsstýriskvinna í heilsumálum, verður vertur fyri landsstýrisfólkunum úr hinum báðum londunum í Nuuk 29-30 august.
- Tað er umráðandi, at vit tosa saman om møgulig samstarvsøki. Í Grønlandi eru vit millum annað sera væl nøgd við avtaluna, sum vit hava gjørd við Landssjúkrahúsið í Íslandi um møguleika fyri at viðgera sjúklingar, sigur Agate Fontain, Grøndlendski heilsumálaráðharrin í tíðindaskrivi.