Heilsufrøðiliga Starvsstova hevur nú strikað afturkallingina av Samyang nudlum, sum fyri góðum mánaði síðani vóru mettar at vera ov sterkar at eta.
Nýggj greining hjá DTU Fødevareinstituttet hevði við sær, at danskir matvørumyndugleikar í gjár loyvdu tveimum av trimum bannaðum nudlusløgum til at verða seld aftur.
Heilsufrøðiliga Starvsstova hevur nú tikið afturkallingina av øllum trimum sløgum aftur.
– Nøgdin av totalcapsaicin í vørunum Buldak 3 x Spicy Hot Chicken, Buldak 2 x Spicy & Hot Chicken og Hot Chicken Stew er tó sera høg, og kann viðføra akutta eitran. Tí verður tað viðmælt, at børn ikki eta hesar vørur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstova.
– Um børn hava etið sterkt chili uttan at vísa akutt tekin uppá eitran, er eingin orsøk til stúran. Um børn vísa tekin til akutta eitran beint eftir at hava etið slíka vøru, eru ráðini at seta seg í samband við læknavaktina.