Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir nú fólki til at kóka fryst hindber, áðrenn tey verða etin. Orsøkin er, at í Danmark hava tey seinastu tíðina staðfest fleiri tilburðir av roskildesjúku. Talan er bæði um starvsfólk á sjúkrahúsum, umframt at talan er um gestir í matstovum og um fólk, sum hava etið heima hjá sær sjálvum.
Hes fólkini hava øll eitt í felag og tað er, at tey hava etið fryst hindber.
Tí mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til, at fryst hindber verða kókað í minst ein minutt, áðrenn tey verða brúkt í smoothies, ella etin upp á annan máta.
Roskildesjúka er ein magasjúka, sum elvir til magapínu, leyst lív og spýggju í ein ella tveir dagar.