Heilsuávirkanin av fótbólti og svimjing skal kannast

Hvørja ávirkan hevur fótbóltsspæl og svimjing á blóðtrýstið, hjarta-æðra skipanina, vøddar og beinvevnað hjá ótrenaðum kvinnum? Tað fer ítróttargranskarin Magni Mohr at granska í næstum.

Talan er um verkætlan, sum verður framd í samstarvi millum University of Exeter, har Magni Mohr starvast sum granskari, Københavns Universitet, Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs og Almannaheilsu og ÍSF.

Heitið á granskingarverkætlanin er "Svim ella spæl teg til betri heilsu" og fer í gongd 1. februar.

Í løtuni verður lýst eftir kvinnum, sum ynskja at luttaka í verkætlanini. Hesar kvinnurnar skulu vera millum 35 og 50 ár og als ikki vanar við at venja. Tørvur er á umleið 80 luttakarum.

Kvinnurnar verða býttar í tríggjar bókar: Tveir bólkar skulu svimja, og ein bólkur skal spæla fótbólt. Venjingarnar og kanningarnar taka umleið 3 mánaðir, síðani skúlu úrslitini kannast og greinast.

Verkætlanin er fíggjað av Granskingargrunninum, ið hevur latið 600.000 krónur til endamálið.