Heilsu-og sjúkrarøktin á politisku dagsskránna!

Ì samband við viðgerðina av sjúkrahúsverkinum hevur kjakið oftas snúð seg um íløgur til bygningar og tól, viðgerðarhættir, uppgávubýtið millum sjúkrahúsini, viðgerðir uttanlands og leiðslubygnaðin.
Sjáldan, fyri at siga, næstan ongantíð hevur kjakið snúð seg um ta heilsu-og sjúkrarøkt, sjúklingurin hevur fyri neyðuni og starvsfólkið, ið skal veita hesa tænastu!
Her skal ein politisk hugburðsbroyting til, soleiðis, at kikarin verður munandi meira vendur móti heilsu-og sjúkrarøktini og við tí hvørjar umstøðurnar hjá starvsfólkunum innan sjúkrahúsverkið í verunleikanum eru – og ikki minst, hvønn týdning júst hetta hevur fyri sjúklingin og trivnaðin sum heild innan sjúkrahúsgáttina!
At starvsfólkið kýtir seg at gera sítt besta veit ein og hvør, sum hevur sett sín fót á tær ymsku deildirnar.
Sjálvandi er tað sera møtumikið, tá ov fáar hendur eru í røktina at røkja tyngjandi uppgávur á deildum, sum mangan eru yvirfyltar!
Skelkandi at lesa, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, boðar frá, at tað á Landssjúkrahúsinum í mong ár hevur verið ein áhaldandi trupuleiki við yvirfyltum deildum og ov fáum starvsfólkum at røkja heilsu-og sjúkrarøktar uppgávurnar!
Umframt at verða sera tyngjandi fyri starvsfólkið er tað eysæð ikki serliga heilsufremjandi fyri sjúklingin, at so skal vera.
MEN hví er tað so, kann ein spyrja ? Kann hetta ikki júst vera ein ábending um, at heilsu-og sjúkrarøktin ikki hevur fingið tað pláss á tí politisku dagsskránni, sum hon hevur uppiborðið?
Tí er tað eg sigi, at skal vend koma í her, er neyðugt , at ljóskastarin júst verður settur á hendan týðandi partin innan sjúkrahúsverkið!
At tryggja, at heilsu-og sjúkraøktin kemur á politisku dagsskránna er sera umráðandi – ja, ein fortreyt fyri at vend kemur í !
Hetta er mær eitt hjartamál at fáa framt !