Heilsan framum ítróttin

Kári Horn er ikki longur venjari hjá Neistakvinnum. Álvaslig sjúka hevur noytt hann at leggja hondbóltin til viks komandi tíðina

Tað kom sum ein skelkur hjá Neista-kvinnunum, tá tær í farnu viku fingu boð um, at Kári Horn gavst sum venj­ari.
– Eg havi fingið boð um, at eg havi ein kroniska tarm­sjúku, og fyrst og fremst ræð­ur um at fáa tamarhald á hesum. Eg fekk boðini í farnu viku, og so skjótt sum dyst­urin seinasta vikuskifti var av, valdi eg at boða frá hes­um. Samstundis játtaði eg, at eg skuldi hjálpa til, inn til nýggjur venjari var funn­in, sigur Kári Horn, sum tó játt­aði at taka eitt seinasta tørn sunnudagin, tá Neistin vitjaði í Vestmanna.
– Og eg rokni við, at felagið finnur eina loysn til ta tíð. At venja kvinnurnar hjá Neista­num átti í øllum førum at ver­ið eitt venjarastarv, sum fleiri hava stóran áhuga í, heldur Kári Horn, sum sjálv­ur kallaði tað fyri eitt dreyma­starv, tá hann fekk møgu­leikan fyri hálvum øðr­um ári síðani.
Gevst tú so fullkomuliga sum venjari, ella er talan um fyribils steðg?
– Vónandi er hetta bara fyri­bils. Boðini frá lækn­unum eru í øllum førum, at tá tamar­hald er fing­ið á sjúk­uni, kann eg liva eitt púra vanligt lív, men her og nú skal eg ansa mær eitt sindur. So vón­andi kann eg aftur hugsa um hond­bólts­venjing, tá kom­andi kappingarár byrj­ar, sigur Kári, sum sjálvandi harmast støðuna, sum er íkomin.
– Hetta er jú ikki tað, sum eg hevði roknað við. Vit hava fleiri týðandi dystir fyri framm­an, og tí er timingin av­gjørt ikki serliga góð, men eg noyðist sjálvandi fyrst og fremst at lurta eftir tí, sum læknar­nir siga, staðfestir Kári.

- - -

Neistin leitar enn
Fleiri leysir fyrispurningar hava verið, men enn hevur ikki eydnast Neistanum at seta nýggjan venjara fyri Kára Horn, sum helst stóð á odda fyri Neista­kvinn­um fyri seinastu ferð í vetur, tá tær spældu í Vestmanna.
Sum skilst hava tey í Neistanum verið í sam­band við nakrar møguligar kandidatar til starvið, men enn er einki avgjørt í so máta. Talan er um støðu, sum er íkomin rættiliga brádliga, og hjá flestu av teimum, sum vanliga fáast við hondbóltsvenjing í fremstu røð í Føroyum, er støðan tann, at tey longu hava venjarastarv í øðrum felag.
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, so hevur Kári Horn sagt, at dysturin í Vest­manna var tann seinasti, og tað vil við øðrum orð­um siga, at Neistin nú hev­ur seks dagar til at finna eina loysn, áðrenn tær spæla sera týðandi granna­uppgerðina móti Kyndli.