Heili 23 fólk aftrat smittað við koronu

Nú eru skjótt 100 smittað tilsamans í Føroyum

Fyrradagin var talið av nýggjum koronu tilburðum 20. Men í gjár er tað heilt uppi á 23. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við endurkanning dagin eftir komu. Hini 21 eru smittað í Føroyum. Í 19 førum er smittukeldan kend. Í tveimum førum er smittukeldan ókend.

 

2007 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 328.527 kanningar.

 

868 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 773 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru 94 persónar smittaðir við Covid-19.