Landsstýrið eigur at gera eina heildarætlan um at fyribyrgja og viðgera kynsligan ágang.
Tað heldur andstøðan í Løgtinginum.
Umboð fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin, Framsókn og Janus Rein, uttanflokstingmaður, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um kynsligan ágang.
Í hesum sambandi vilja tey hava Løgtingið at samtykkja, at heita á landsstýrið um at gera eina heildarætlan um, hvørji átøk eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera kynsligan ágang.
Síðani skal hendan frágreiðingin leggjast fyri Løgtingið.
- Siðamisbrot er ein stórur menniskjaligur og samfelagsligur trupulleiki, staðfesta tey.
- Avleiðingarnar kunnu vera lemjandi og ávirka lívsgóðskuna so negativt, at fólk enda í vónloysi og nógv dømi eru um, at fólk, sum ikki fáa røttu hjálpina, enda í misnýtslu av rúsdrekka ella rúsevnum og verða sálarsjúk og óarbeiðsfør. Harafturat koma tey árin, hetta hevur á sjálvskensluna og møguleikarnar at menna seg.
- Tey halda, at tað er avgerðandi, at ein heildarætlan samskipar arbeiðið at fyribyrgja og viðgera siðamisbrot í øllum ráðum.
- Mentamálaráðið varðar av dagstovnaøkinum, fólkaskúlanum og útbúgvingarstovnum sum heild. Vinnumálaráðið varðar av arbeiðmarknaðinum. Heilsumálaráðið varðar av Gigni, psykiatriska deplinum og viðgerðartilboðum sum heild. Alamannamálaráðið varðar av Almannaverkinum o.s.fr. Innlendismálaráðið hevur rættarliga partin o.s.fr.
- Sostatt hava øll hesi ráð sín part av uppgávuni at loysa og tí mugu øll ráðini, avvarðandi stovnar og fakbólkar, vera við í ætlanini,
- Nógvir fakbólkar gera í dag eitt munagott arbeiði hesum viðvíkjandi og tí er óneyðugt at fáa fleiri partar upp í.
Heldur er neyðugt at samskipa og raðfesta tað arbeiðið, sum er í dag, og yvirskipað at fáa eina heildarætlan, har sett verður út í kortið, hvussu vit røkka eini null-hugsjón, siga tey, sum hava lagt uppskotið fyri Løgtingið.










