Heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt leggjast fram

Mánakvøldið verður heildarætlanin fyri Karlamagnusarbreyt løgd fram fyri almenninginum

Kunningarfundur um heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt verður í Skúlanum við Løgmannabreyt mánakvøldið 19. oktobur kl.19.

Øll, sum ætla sær á fundin, skulu melda seg til, og tað fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.

Heildarætlanin fyri Karlamagnusarbreyt byggir á talgildu borgaraluttøkuna, sum var herfyri. Tá komu inn 233 svar. Av hesum vóru 70 svar frá borgarum við Karlamagnusarbreyt, 127 svar frá borgarum í grannalagnum og 70 svar frá øðrum borgarum.

Hetta eru størstu trupulleikarnir:

- Vantandi parkering,
- Gøtu- og gonguleiðir
- Vegurin Karlamagnusarbreyt og ferðsla
- Vantandi fríðkaði øki til trivnað.