Ein fyrsti trupulleiki er sjálvsagt at el bert er partur av samlaðu orkunýtsluni, so við at taka støði í elveiting gloymir man lætt at stórur partur av oljunýtsluni verður brúktur til upphiting. Hetta fær helst ikki verið øðrvísi fyrr enn alt orkuøkið verður lagt saman í sama aðalráð. Ein annar trupulleiki er, at kapping verður sæð sum endamál í sær sjálvum. Kapping kann vera gott amboð, men um marknaðurin er lítil, so er betri at hava væl virkandi alment monopol. ES-elveitingardirektivið, ið er grundarlagið undir elveitingarlóggávu í øllum ES-limalondunum og Noregi, viðurkennir hetta. Tað kundi tí verið áhugavert at vita um nakar, ið kennir til elveitingarlóggávu aðrastaðni fer at viðmæla, at tað skal vera kapping á elveitingarøkinum í Føroyum.
Núverandi elveitingarlóg skal tó broytast. Kravið um at allar vindorkuverkætlanir skulu í útboð er ein umseting av tí partinum av donsku lógini, ið bert er galdandi fyri stórar vindmylluparkir á havinum. Tað er ein beinleiðis forðing fyri eini stigvísari útbygging av vindmegi. Smærri vindmyllur eiga at kunna framleiða inn á netið hjá SEV, eftir treytum sum SEV setir í samráð við myndugleikarnar. Um upphiting av húsum verður tikið við í eini heildarætlan, so kunnu kommunurnar brúka komandi bygningsskránna til at meta um, hvar tað loysir seg at leggja fjarhitanet. So kann ein býlingur vera saman um eina vindmyllu, eina sólhitaskipan og eina hitapumpu. Javnt sum húsini vera betri bjálvaði, kann størri partur av vindorkuni leiðast á netið hjá SEV við hitaskipanini sum buffara. Ein slík tilgongd fer eisini at gera elnetið sum heild betri fyrireikaða til størri vindmyllur og sjóvarfallsorku.
Heildarætlanin er ikki eitt sakligt grundarlag fyri at taka politiskar avgerðir um, hvussu elveitingarøkið skal skipast frameftir. Niðurstøðurnar eru ikki undirbygdar, men eru í summum førum beinleiðis í andsøgn við, hvat stendur aðra staðni í ætlanini og royndum úr ES. Eftir stendur ein fatan av, at hetta heldur er ein politisk ætlan um, hvussu SEV skal niðurleggjast sum væl virkandi elfelag. Tað er ikki til frama fyri føroyska samfelagið.










