Heilbrigdið fær stuðulsfelag

Stovnandi aðalfund hjá stuðlafelaginum hjá Heilbrigdinum

verður hóskvøldið 9. februar klokkan 19.00 í Listaskálanum, Gundadalsvegur 9 í Tórshavn.

Tað verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Umframt sjálvan aðalfundin verður áhugaverdur fyrilestur um tað góða lívið, sum Niclas Heri Jákupsson heldur. Høvi verður eisini at síggja Listaskálan og fáa frágreiðing um listina frá kønum fólkið.

Høvuðsendamálið hjá felaginum er, at stuðla undir familjum hjá rúsevnismisnýtarum sum hava verið í viðgerð, so tey kunnu koma víðari við lívinum. Hetta verður gjørt við fyrilestrum, útferðum, veitslum og øðrum áhugaverdum tiltøkum sum limirnar ynskja.

Eisini er ætlanin, at felagið skal taka lut í tí almenna tjakinum um rúsevnismisnýtslu.

Tilboðini sum verða bjóðað rúsevnismisnýtarum í dag, varpa ljós á sjálvan misnýtaran og hjálpir viðkomandi.

Eftirviðgerðin kann fara fram í AA-felaskapinum og tann avvarðandi kann fáa hjálp í øðrum 12 stiga felagsskapum. Felags fyri allar 12 stiga bólkar er, at teir varpa ljós á tann einstaka.

Familjan verður oftani gloymd og sleppur ikki uppí part. Tað er ein sannroynd, at tað er ikki nokk bert at hjálpa rúsevnismisnýtaranum, familjan má eisini hava hjálp, um misnýtarin áhaldandi skal verða rúsfríður.

Heilbrigdið hevur fyri langari tíð síðani ásannað, at okkurt má gerast fyri tey avvarðandi. Tá tað tykist, sum politiskur vilji ikki er til at hjálpa hesum fólkum, er stig tikið til hetta áhugafelagið.

Áhugafelagið kann vónandi hjálpa nakað um støðuna og kann verða við til at varpa ljós á trupulleikar og loysnir, verður sagt í tíðindaskrivi.