Heilagar kýr skulu drepast og kamelar skulu slúkast

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sigur, at mótbrekkan er brøtt og at tey ikki hava ráð til at heilagar kýr

Allar heilagar kýr skulu vigast og kamelar skulu slúkast.

So rámandi kann politiska avbjóðingin hjá samgonguni sigast á myndamáli.

Sum tað sæst í greinini omanfyri, vísa nýggjar metingar, at inntøkan hjá landskassanum verður einar 250 milliónir minni í ár, enn roknað varð við, tá ið fíggjarlógin varð samtykt.

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður staðfestir, at mótbrekkan er brøtt og at tey politiska inntrivini, sum skulu gerast, fara at krevja eitt ómetaligt dirvi av Løgtinginum.

Hann sigur, at samgongan arbeiðir av kraft fyri at semjast um ein búskaparligan pakka sum skal fáa skútuna aftur á beint.

Men tað verður ikki fyrrenn Løgtingið fer í summarfrí hósdagin, at verulig gongd kemur á arbeiðið, tí tingarbeiðið fer við øllum kreftunum beint nú.

Hann sigur, at tað verður neyðugt at taka alvorlig stig fyri at fáa gongdina aftur á beint, tí hendir ikki ein avgerandi vend í búskapinum er tað so skjótt, at hallið á fíggjarlógini kann verða ein milliard næsta ár og tí er neyðugt at fáa tálma gongdini so tað munar.


Fleiri treytir

Men í hesum arbeiðnum, eru tað fleiri treytir, sum skulu haldast.

- Yvirskipaða avbjóðingin verður at halda hjólunum malandi og at syrgja fyri, at fólk ikki missa arbeiðið og flýggja av landinum ella missa hús og heim, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Samstundis skal tað førast eitt neyvur og harður fíggjarpolitikkur fyri at fáa hallið á fíggjarlógini burtur.

- Men tað skal gerast uttan at nerva heilsuverkið, almannaverkið, skúlaverkið og aðrar grundleggjandi skipanir í einum vælferðarsamfelagi, staðfestir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Samstundis staðfestir hann, at tað tískil verður alneyðugt at hyggja eftir øllum postum á fíggjarlógini og at lúka burtur úr, uttan at ávirka tann grundleggjandi raksturin

Í hesum sambandi nevndir hann rentustuðulin til sethúsaeigarar, mvg stuðul til sethús, mvg stuðul til kommunurnar, sjómannafrádráttin og aðrar serskipanir, sum eru á fíggjarlógini.

Samstundis kunnu kanska onkur tiltøk gerast, sum virka beinanvegin, men hann vil ikki fara í smálutir?


Ongar heilagar kýr

Hann er greiðir yvir, at summi av hesum málum eru heilagar kýr hjá summum flokkum og summum politikarum.

- Men í teimum politisku avgerðum, vit skulu taka í næstu framtíð, hava vit ikki ráð til at hava heilagar kýr og tað er eisini greitt, at kamelar skulu slúkast.

Bæði Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, hava staðfest, at almennu útreiðslurnar kunnu ikki veksa eina krónu næsta ár?

- Seinastu árini eru útreiðslurnar vaksnar nógv og tí má yvirskipaðu málsetningurin vera at reka føroyska samfelagið fyri sama prís næsta ár, sum tað kostar í ár.

Men nú er tað greitt, at lønirnar hækka 3% næsta ár. So antin mugu almennu útreiðslurnar hækka, ella mugu sparingar setast í verk?

-Tað havi eg ikki so nógvar viðmerkingar til. Høvuðsendamálið er at útreiðslurnar skulu ikki hækka, men hvussu vit koma hartil, er ein spurningur um politiskt handalag og, hvørja politiska semju, vit fáa í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard.

Kann tað hugsast, at skattur og avgjøld fara at hækka?

- Sum støðan er nú, kann alt hugsast!