Fundur verður um "ókeypis viðgerð av apopleksiraktum" og øðrum, ið eru rakt av kroniskum sjúkum.
Fundurin verður á Gjáargarði við Gjógv, leygardagin hin 7. september kl. 10.00.
Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum luttekur á fundinum. Ætlandi fáa fundarluttaka-rarnir høvi at seta landsstýrismanninum nærri spurningar um evni.
Viðmerking: í Føroyum er viðgerð á sjúkrahúsi ókeypis fyri fólk, ið verða innløgd á sjúkrahús. Ókeypis sjúkrahúsviðgerð er sera góð skipan, ið øll eisini vit í Heilafelagnum eru sera glað fyri. Heilafelagið vónar tó, at allir sjúklingar, ið verða raktir av akuttari apopleksi í framtíðini verða lagdir inn á apopleksi-serdeild (líkn. E3 á Landssjúkrahúsinum) og ikki á "vanliga" medisinska deild.
Viðgerð eftir innleggjan á sjúkrahúsi og viðgerð á klinikk uttanfyri sjúkrahús er harafturímóti aloftast ikki ókeypis fyri sjúklingar her á landi og er hetta sera óheppið - serstakliga fyri tey, ið verða rakt av kroniskari sjúku. Fólk, ið fáa blóðtøpp í heilan ella fáa heilabløðing, hava aloftast brúk fyri lívslangari venjing at betra og viðlíkahalda kropsligan førleika, tosiførleika og kognitivar førleikar.
Í londum vit vanliga samanlíkna okkum við sum t.d. Danmørk er viðgerð/uppvenjing av sjúkling-um, ið hava kroniskar sjúkur, ókeypis fyri sjúklingin. Víst kann verða á, at skipan um "vederlagsfri" fysioterapi varð sett í gildi í Danmørk í 1989, og merkir hetta, at danir, ið hava ávísar kroniskar sjúkur, hava havt rætt til varandi og framhaldandi ókeypis uppvenjing/ viðlíkahaldsvenjing, seinastu mongu árini.
Umframt "vederlagsfri" fysioterapi hava danir hin 1. apríl 2001 sett í gildi kommunala lóg um "Genoptræning af ikke sygehusindlagte borgere" og hava hin 1. juli 2001 sett í gildi amtskom-munala lóg um "Genoptræningsplaner til alle patienter".
- - -
Vit í Heilafelagnum halda at stórur tørvur er á ókeypis viðgerð/uppvenjing av fólki, ið verða rakt av apopleksi og øðrum kroniskum sjúkum. Viðmerkjast kann, at als ikki er møguleiki fyri ergoterapeutiskari venjing og lítil møguleiki er at fáa taluviðgerð eftir innleggjan á sjúkrahúsi. Gjørt verður vart við, at longri varandi uppvenjing t.d. á fysioterapiklinikk er sera kostnaðarmikil fyri sjúklingin (10 viðgerðir x 1 tíma kosta sjúklinginum 1260 kr.). Havt eigur at vera í huga, at fólk, ið hava kroniskar sjúkur hava ofta onki arbeiði og mugu tískil liva av lágari avlamispensión, ið er nógv lægri enn t.d. danska avlamispensiónin. Fólk, ið t.d. fáa meðal avlamispensión fáa 6683 kr. um mánaðin áðrenn skatt at liva fyri. Avlamispensiónistar og onnur, ið hava lága inntøku, megna ikki sjálvi at gjalda kostnaðarmikla viðgerð/uppvenjing.
Vónandi fáa vit ein góðan fund um evnið soleiðis, at "hol" verður sett á at loysa trupulleikan, sigur nevndin í Heilafelagnum í tíðindaskrivi.










