Heiðrik syngur um etingarólag

- Mín list kann ikki bjarga heiminum, men vónandi kann eg gera mun, sigur Heiðrik á Heygum

29 ára gamli Heiðrik á Heygum hevur enn einaferð latið eitt sjónbandalag av hondum. Hesaferð hevur hann gjørt tað til eitt lag, sum hann sjálvur hevur gjørt.


Lagið eitur Bulimia og snýr seg um bulimi, ið er etingarólag, sum serliga ungar kvinnur, men eisini ungir menn, eru raktir av. Í stuttum kann sigast, at bulimi er ein ógvuliga álvarsom sjúka, har fólk eta eina rúgvu, men síðani spíggja tað matin uppaftur, fyri ikki at taka uppá av matinum.

- Eg havi havt nógv kring meg, sum hava havt bulimi, men hesi hava goymt tað. Tey eru flov og skammast av tí. Av tí sama líða tey í loyndum. Eg havi roynt at sett meg inn í sjúkuna. Eg havi lisið nógv um tað, eisini yrkingar. Eg valdi at lesa yrkingar, tí doktararitgerðir eru meiri fakligar, meðan yrkingarnar eru meiri kensluligar. Hvussu hava fólk við bulimi tað kensluliga? Tað er ein heilt forferdilig sjúka, sum er sera niðurbrótandi, fortelur Heiðrik á Heygum.


Hann hevur síðani hugsað nógv um, hvussu hann kundi hjálpa.

- Eg visti ikki rættiliga hvussu, so eg hugsaði at skriva ein sang. Á tann hátt kann eg koma út til fjøldina og gera evnið aktuelt. Tað er eitt tabuevnið sum nú er. Tey, sum hava bulimi, hava brúk fyri at vita, at har eru fólk, ið eru klár at hjálpa og lurta. Tað eru serliga nógvar ungar kvinnur, ið hava bulimi og tað er sera torført hjá teimum at brenna inni við einsamallar, tí tær skamma seg og halda tað er flovisligt. Tí leita tær sær heldur ikki hjálp. Eg kann ikki bjarga heiminum við mínari list, men eg vóni, at eg kann gera mun onkursvegna, sigur Heiðrik um orsøkina til, at hann hevur gjørt ein sang og eitt sjónbandalag um bulimi.


Sí sjónbandalagið Bulimia HER.