í eitt æviskeið hevur Simme A. Jacobsen verið virkin í føroyskum tónleiki. Bæði sum sang- og lagskrivari og við at selja ljóðføri til tónleikasinnaðar føroyingar.
30. januar verða avrik hansara heiðrað við eini konsert í Norðurlandahúsinum. |
Tað er sangkórið Glymur, sum skipar fyri heiðurstiltakinum, sum verður eitt fjøltáttað tiltak, har høvið verður at hoyra fleiri ymsar tónleikarar tulka og framføra verk eftir Simma, ið hevur verið virkin í tónleiki í meir enn eina hálva øld.
Kendasti sangurin, sum Simmi hevur verið við til at gjørt, man helst vera »Rasmus«, sum verður sungin í nærum hvørjari veitslu, og sangurin »Tveir fjarðar«, sum hann skrivaði einsamallur, er eisini vælkendur og nógv sungin.
Sangkórið Glymur stðafestir, at hetta eitt kvøld, ið er sprottið úr gleðini at uppliva og framføra verk eftir Simma, og ein roynd at sýna honum takksemi fyri framúr avrik hansara í tónleika- og mentanarsøgu Føroya.
Meira verður at frætta um sjálva skránna og luttakararnar á konsertini seinni. |