Á jóansøku fara vágbingar at heiðra Nólsoyar Páll. Tað verður fríggjadagin klokkan 16 táið ein bringumynd av Nólsoyar Páll verður avdúkað í garðinum hjá Petur Nolsø. Tað er eisini hann, sum hevur útvegað bringumyndina, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt.
Tá ið standmyndin verður avdúkað, fer Dennis Holm, borgarstjóri, at bjóða vælkomin og síðani fer Hans í Líðini at siga nøkur orð um Nólsoyar Páll. Ein sang hava tey eisini á skránni og tað er ein sangur, Niels Petur Nolsøe hevur yrkt til høvið. Somuleiðis fer Ljómur at syngja.
Petur Nolsø býr á Krosslið í Vági og hann sigur, at niðanfyri húsini hjá sær, er tað, ið er eftir av Fløtuni Fríðu, har Nólsoyar Páll bygdi Royndina Fríðu.
|