Heidi: Vit mugu tora at vera meira álopssinnaðar (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Jóna Nicolajsen gjørdi við Heidi Sevdal undan HM-undankappingardystinum móti Ukraina

Í kvøld klokkan 18 skal føroyska fótbóltskvinnulandsliðið royna seg móti Ukraina í HM-undankappingardysti á Tórsvølli.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Ukraina. Sendingin byrjar klokkan 17.20 fríggjadagin. Frásøgufólk verður Jóna Nicolajsen, ið millum 2016 og 2019 leikti sjey landsdystir fyri Føroyar. Viðmerkjari verður Frankie Jensen, venjari og fótbóltsviðmerkjari.

 

Í samrøðu sum Jóna Nicolajsen hevur gjørt við Heidi Sevdal, ið hevur verið á landsliðnum í 15 ár verður tikið samanum tíðina Lene Terp hevur verið landsliðsvenjari.  

 

Heidi heldur, at Lene Terp hevur lært føroysku landsliðsleikararnar at vera meira aktivar á vøllinum. Tað hava verið nøkur skrædl á vegnum, men Heidi heldur, at talan er um eina menning av leikarunum.

 

Um dystin í kvøld sigur Heidi, at tað er týdningarmikið, at føroyska liðið torir at vera eitt sindur meira álopssinnað. 

 

Heidi vónar, at fólk fara at møta væl upp á Tórsvølli at stuðla føroyska kvinnulandsliðnum, tí tað er nakað, ið veruliga munar hjá liðnum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna: 

 

##med2##

 

 

 

Samrøða: Heidi Sevdal undan dystinum móti Ukraina

Samrøða: Heidi Sevdal undan dystinum móti Ukraina