Tað er longu greitt, hvørjar tríggjar tað fer at standa ímillum í kvinnukappingini, tá ið tað á Hvonn klokkan 17 í dag verður avdúkað, hvørji eru vald til ársins spælarar 2011.
Sambært Sosialin fríggjakvøldið verður tað ein av hesum trimum, sum verður kosin ársins spælari: Heidi Sevdal, Víkingur, Doris í Garði, AB, ella Rannvá B. Andreasen úr KÍ.
Tað eru venjararnir, liðformenninir og ítróttartíðindafólkini, sum hava atkvøtt.
Tiltakið á Hvonn er alment, og tað verður at hoyra á Rás2.