Heidi Andreasen svam sunnumorguin sína fyrstu kapping á Paraolympisku leikunum
Hetta var í kappinginini 100 m firvald, sum tó ikki er ein av greinunum, har føroyski gullfiskurin roknar við nøkrum heiðursmerkjum.
Heidi svam teinin í tíðini, 1.31.11, og var hetta nóg mikið til eitt 9. pláss.
Mánadagin stendur kappingin í 100 metra frí á skránni, og her eru vónirnar hjá Heidi øðrvísi betri. Av listanum yvir tilmeldingartíðir framgongur, at Heidi hevur næst bestu tíðina av svimjarunum í hesi greinini, og so er at vóna, at hon í øllum førum livur upp til hetta.
Innleiðandi umførini í tí kappingini vóru á skránni mánamorgunin ,og her eydnaðist Heidi at svimja seg í finaluna. Um kvøldið - eftir evstamark okkara- var so sjálv finalan á skránni.