Heidi: Hetta var fantastiskt

(Frá Rás2) "Ja sodan" var tað fyrsta Heidi Sevdal rópti, tá dómarin bríkslaði á seinasta sinni

- Hetta var fantastiskt. Orðini eigur Heidi Sevdal, sum hevur verið "ársins spælari" í føroyskum fótbólti fleiri ferðir. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við 28 ára gomlu Heidi Sevdal, sum aftur í dag stríddist nógv fyri tað føroyska liðið har frammi á vøllinum, tá Føroyar vunnu 2-1 á Turkalandi á Tórsvølli fyrr í dag.

 

"Ja sodan" var tað fyrsta Heidi Sevdal rópti tá dysturin var liðugur. Hon viðgongur, at hon var útlúgvað seinastu løtuna av dystinum, men føroysku kvinnurnar góvu alt fyri at knógva sigurin heim.

 

Heidi Sevdal greiðir frá, at tær vóru bevístar um, at Turkaland er eitt gott lið, men tað ráddi eisini um ikki at gera turkiska liðið betri enn tað var: - Tá tær taka lut í somu kapping sum vit, so hava vit ein møguleika ímóti teimum, slær Heidi fast.

 

Eisini Heidi Sevdal er fegin um, at stórar og góðar avbjóðingar á landsliðnum verða á skránni komandi árini. Hon er eisini sera fegin um stuðulin frá teimum føroysku áskoðarunum, og hon vónar, at tann stuðulin fer at halda fram: - Bara vit komu framum miðjuna, so skríggjaðu tey, staðfestir ein ovurfegin Heidi Sevdal.