Heidi aftur silvur

Heidi Andreassen framdi enn eitt bragd, tá hon svam undir gamla heimsmetið á 100 m frísvimjing í Sidney

Svimjing


Føroyar fingu enn eitt heiðursmerki, tá føroysku svimjararnir vóru í hylinum í nátt.

Talan var um 100 metra frísvimjing, og Heidi Andreassen gjørdi ikki mætari enn at sláa heimsmetið, sum australska Priya Cooper átti. Hetta rakk tó ikki til gullmerkið, tí ein ísraelsk svmjienta var enn skjótari, og kom á mál 0,87 sekudn áðrenn Heidi.


Nøgd og tó

Um middagsleitið fingu vit orðið á Katrin Johansen, sum er venjari hjá føroysku gentunum, og sjálvandi var hon ovurfegin um úrslitið.

- Hetta var bara heilt fantastiskt, men sjálvt um Heidi er nøgd, so iðrar hon seg um, at hon ikki svam enn skjótari, sigur Katrin Johansen.

Annars greiðir hon frá, at áhugin fyri finaluni var alstórur.

- Áhugin hevur alla tíðina verið ovurstórur, men serliga tá talan er um lokalar favorittar. Hesu ferð var tað ein australsk genta, sum hevði heimsmetið, og teir 13.000 áskoðararnir royndu sjálvsagt at gera sítt til at eggja henni.

Víðari sigur Katrin, at í hálvfinaluni svam Heidi heldur róliga, og at hon tí byrjaði á geil 3, og ikki í miðjuni.

- Trýstið av at svimja í miðjuni er sera stórt, og tí vóru vit samdar um, at hon skuldi taka tað róligt í morgun. Hetta eydnaðist eisini, og hon sá út til at trívast fínt á triðfremstu geilini.


Øll eru bilsin

At enda sigur Katrin, at føroysku genturnar hava vakt almiklan ans her niðri.

- Fólk eru ovfarin av, hvussu góð úrslit tær hava fingið, tí tær eru somikið ungar, heldur Katrin.

Bæði Heidi og Esther hava tvær kappingar afturat, áðrenn leiðin gongur heim til Føroya. Hósdagin skulu tær royna seg í 100 metra ryggsvimjing, og fríggjadagin verður 50 metra frísvimjing á skránni.