Heiðursmerki um tvey ár

Bert 20 ára gamli Ragnar Egilsson er veteranurin á føroyska borðtennislandsliðnum, sum hóast frágongd av sterkasta profilinum var sera nær heiðursmerkjum í liðkappingini

Tað gekk, sum roknast kundi við í borðtenniskappingini hjá føroyska landsliðnum.

Fyrsti dysturin í kappingini, sum var móti Grønlandi, var tann avgerandi fyri vónirnar um at spæla hálvfinalu. Vónin var, at Føroyar kundu fáa hjálp frá Isle of Man, men hetta hendi ikki, og so skal føroyska liðið til at spæla um plássini millum fimm og átta.

 

Stór framgongd

Men talan er avgjørt ikki um nakað vónbrot fyri føroyska liðið. Talan hevur verið um eitt ættarliðsskifti, sum millum annað hevur viðført, at elsti spælarin á liðnum í dag er bara 20 ára gamli Ragnar Egilsson.

Og verður so sammett við 10. plássið, sum føroyska liðið fekk á Rhodos fyri tveimum árum síðani, meðan Kjartan Eli Hentze framvegis var á liðnum, so er eingin sum helst ivi um, at talan er um risa framstig, sum føroysku spælararnir hava gjørt seinnu árini.

- Talan er kanska um vantandi royndir, tí spælararnir eru ikki nóg úti í sterkum altjóða kappingum. Men tað er eingin ivi um, at hetta er framtíðin hjá okkum, og liðið hevur staðið seg avbera væl, sigur Petur Niclassen, sum ikki longur er aktivur innan fyri bandarnar, sum umgyrða borðtennisvøllin.

- Hesa ferð spæla vit so um plássini millum fimm og átta. Spælarar sum Ragner Egilsson og Fróði Fríðason Jensen hava veruliga traðkað í karakter, og hini hava eisini spælt væl,

Og vit síggja eisini, at nú standa vit okkum sera væl í bæði kvinnu- og mixdouble?

- Ja. Har vóru tað sera smáir marginalar, sum feldu okkum móti Grønlandi. Men soleiðis er tað í borðtennis. Tveir bóltar kunnu avgera alt.

Tveir bóltar og tvey ár afturat. Tosa vit so um heiðursmerki?

- Ja, hvør veit. Við hesum liðnum og tí, sum tey kunnu náa, so er heilt víst møguleiki fyri, at vit næstu ferð kunnu standa okkum enn betur, segði Petur Niclassen.