Maud Heinesen fekk mánadagin Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.
Maud hevur millum annað skrivað barnabøkurnar ?Marjun og tey? og ?Abbi og eg?. Harumframt hevur hon skrivað hópin av stuttsøgum í barnablaðnum, Mín jólabók og Glugganum.
Maud segði, at orsøkin til at hon fór undir at skriva var, at so fáar barnabøkur, sum snúðu seg um nútíðina, vóru á føroyskum. Børn tímdu ikki bara at lesa um tað farna, og tí valdi hon at fara undir bókaútgávur.
? Hetta gevur mær mót og skyldu at halda fram við at skriva, segði Maud Heinesen í røðuni. Hon legði afturat, at tað er gott at fáa eitt herðaklapp sum hetta á vegnum.
Bogi og Annfinnur burturstaddir
Tveir av teimum virðisløntu vóru ikki til staðar á samkomuni í Sjónleikarhúsinum. Teir vóru Annfinnur í Skála og Bogi Hansen.
Annfinnur í Skála fekk virðisløn fyri fagrar bókmentir. Tað var fyri bøkurnar um Heimin Forna, ?Hjá dvørgum í Niðafjøllum? og ?Ferðin til Zambora?.
Nevndin metti, at hesar bøkurnar hava brotið upp úr nýggjum í føroyskum bókmentum. Bøkurnar eru um tvey ung, sum fara ígjøgnum tíðarlið inn í ævintýraheim, og tær sameina hegnisliga gamla søgn við nútíðar frásøgu.
Annfinnur er í Bretlandi og arbeiðir við eini nýggjari orðabók, og tí var hann ikki hjástaddur, men Jonhard Mikkelsen las røðu hansara upp.
Annfinnur helt skemtiliga fyri, at hansara bøkur vóru tær einastu skaldsøgurnar, sum vóru komnar út í farna árið, og tað mátti vera orsøkin til, at hann hevði fingið virðislønina.
Tað var í 1958, at býráðið valdi at lata mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens. Tá var Sigfried Skaale borgarstjóri, og Annfinnur er sonur hansara.
Bogi Hansen fekk virðisløn fyri yrkisbókmentir. Bogi er í Grønlandi og skipar fyri einum skeiði, og tí barst honum frá at vera við.
Grundgevingin var, at Bogi í bókini ?Havið? á høgum vísindaligum stigi savnar alla sína vitan um lív og náttúru í heimshøvum og á heimaleiðum. Hetta verður gjørt á ein hátt, at hetta stóra á torgreidda evnið eisini hjá vanligum fólki verður skilligt í øllum sínum mongu lutum og fyribrigdum.
Allar virðislønirnar eru á 20.000 krónur.