Heiðrun Petersen spælir á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium

Í morgin framføror bólkurin Nordic String Quartet í Det Kgl. Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Við í bólkinum Nordic String Quartet er kendi føroyski violinleikarin Heiðrun Petersen. Heiðrun Petersen úr Havn er ein av tónleikarunum í strúkarakvartettini Nordic String Quartet. Kvartettin er mannað við fólki, ið lesa tónleik á Kongaliga Danska Musikkkonservatiorinum.

 

 

Eftir nýggju ár á musikonservatoriinum er lesnaðurin loksins lokin, og í tí sambandi verður konsertin við strúkarakvartettini Nordic String Quartet.

 

 

Til framførsluna verður borðreitt við norðurlendskum verkum, so sum elle Gudmundsen-Holmgreens strygekvartet. Á skránni er eisini kvartettir hjá Grieg og Nielsen.

 

 

Konsertin verður klokkan 19.30 danska tíð.