Umrøða:
Heiðrikur á Heygum og manning eru á konsertferð. Í kvøld er Spaniastova í klaksvík á skránni. Í gjár vóru tað stásiligu umstøðurnar í SALT á Drelnesi, ið skuldu vera karmur um konsert við heiðriki og dugnaligu manningini.
Og konsertin í SALT gjørdist ein serstøk uppliving. Stóru karmarnir, teir smátt 100 áhoyrararnir og teir fimm á pallinum. Í stóran mun ljóðstyrkt akkustisk ljóðføri, og ikki so hart frá og fleiri nokkso still og innilig løg.
Jú, alt hetta bendir á eitt slag av intimkonsert, og tað var tað nokk eisini. Tí tað megnaði manning og Heiðrik, hóast stóru karmarnar.
Heiðrikur megnaði beinanvegin, og allanvegin ígjøgnum konsertina, at fáa okkum áhoyarar heilt tætt at sær við frálíkum og inniligum frágreiðingum millum sangirnar. Deiligt, inniligt og nærverandi.
Heiðrikur er frálíkur á palli, og røddin er sera góð. Tónleikurin er frálíkur. Minnir meg onkursvegna um cabaret. Enska cabaret, ein sangara á palli við bowlarahatti og snøggum stavi. Summir avsangunum hava okkurt tílíkt yvir sær, haldi eg.
Aðrastaðni var tað kanska Queen frá sjeytiárunum, ið kom mær til hugs, og kanska eisini George Michael onkutíð. Men allarmest er Heiðrik bara Heiðrik, góður og, ikki minst, ærligur.
Frálík konsert. Inniligt, nakið, ærligt og nærverandi. So tey, sum njóta restina av konsertferðini, kunnu gleða seg.